Hans Pauli Strøm vísti á, at rúsdrekka er vorðin ein integreraður partur av okkara lívsstíli. Hóast rúsdrekka enn er ein veitslu-drykkur, flytur markið seg frá siðbundnum veitslu-døgum til, at rúsdrekka verður nýtt oftari og við fleiri høvi, og verður tí alt meira vanligt, tá fólk vilja taka sær av løttum og njóta løtuna. Og hann helt fram:
? Størsti parturin av teimum fólkum, sum drekka rúsdrekka, gera hetta við ábyrgd. Tí teimum dámar tað, og tí tey fáa okkurt burturúr tí. Hjá fólki, sum ongar trupulleikar hava við heilsuni, og sum drekka hóvliga, er ikki vandi við at drekka. Enntá verður sagt, at ein snapsur ella eitt glas av reyðvíni er gott fyri blóðrenslið, og tískil fyri heilsuna. Hin-vegin má sigast, at ábyrgdarleysur drykkjuskapur er vandamikil, bæði fyri ein-staklingin, og fyri sam-felagið, tá talan er um heilsu, sosiala støðu, fíggj-arlig viðurskifti og trygd.
Sambært Heimsins Heilsustovni (WHO) er talið á fólkum, sum hvørt ár doyggja av orsøkum, sum kunnu verða settar í samband við rúsdrekka, uml. 1,8 millión um allan heim. Rúsdrekka hevur sera óheppin árin á heilsustøðuna hjá fólki, og er ikki minni skaðiligt fyri heilsuna enn tubbak.
Við einum fólka-heilsu-ligum sjónarmiði í huga er tað tískil týdningarmikið at avmarka eina vaksandi rúsdrekkanýtslu. At mis-nýta rúsdrekka kann vera til stóran skaða og pínslu, bæði fyri samfelagið og fyri teir einstøku misnýtararnar, teirra avvarðandi, fyri børn, sum verða van-røkt, umframt meinaleys offur fyri harðskapi, ólógligari sølu og rúsdrekkakoyran fyri at nevna nøkur dømi.
Í Almanna- og heilsu-málaráðnum arbeiða vit í løtuni við einum fólkaheilsupolitikki. Ein ætlan skal gerast fyri at betra um heilsustøðuna hjá føroyingum. Vit skulu vísa á, hvussu tað ber til at økja um lívsdygdina og um livialdurin. Rúsdrekka er ein av vandatættunum, sum arbeitt verður við. Á hesum øki er ætlanin at arbeiða fyri at minka munandi um talið á fólki við stórari nýtslu av rúsdrekka, við at minka um nýtsluna av rúsdrekka hjá teimum ungu, og við at fáa nýtsluna av rúsdrekka millum børn heilt burtur.
Mótvegis rúsdrekka-nýtslu er rúsevnismisnýtsla eitt heldur nýtt fyribrigdi í Føroyum. Enn vita vit ikki so nógv um, hvat slag av rúsevnum finnast og verða brúkt her hjá okkum. Men vit vita, at trupulleikin er har. Hetta sæst millum annað aftur í einum broytt-um atburði hjá ungfólki. Og tað sæst aftur í tølunum frá viðgerðarstovnum. Og tað er av grundleggjandi týdningi at seta ljóskastaran á hetta vandamál, og at neyðug tiltøk verða sett í verk bæði innan upplýsing, fyribyrging og viðgerð, so vit kunnu koma hesum trupulleika til lívs og veita røttu viðgerðartilboð til teirra, sum hava tørv á hesum.
Fleiri átøk verða longu gjørd til tess at kunna um rúsevni og um vandarnar við at nýta tey. Nevnast kann, at narkotika er eitt av teimum økjum, ið Fyribyrgingarráðið hevur rað-fest sum sítt virkisøkið.
Tá talan er um upplýsing um og fyribyrging av rúsevnismisnýtslu eiga vit at byrja við børnunum og teimum ungu, og tá er tað eyðsýnt, at hetta m.a. verð-ur at fara fram í skúlunum og har børn og ung annars koma saman.
Hóast tað longu verður gjørt eitt ávíst arbeiði við at upplýsa um vandarnar við rúsevnismisnýtslu, so haldi eg, at tað er tørvur á at samskipa tað arbeiði og ta vitan betri, sum vit longu hava á økinum. Tað er í veruleikanum nógvir ein-stakir partar, sum á ymsan hátt arbeiða við fyribyrging, og hvør teirra hevur sína ítøkiligu men avmarkaðu vitan um støðuna. Nógv vita eitt sindur, men sum heild vita vit ov lítið. So her er eitt stórt arbeiði, sum skal gerast.
Viðgerð í Føroyum
Í dag verða fólk, sum misnýta rúsdrekka og rúsevni í Føroyum viðgjørd á Heilbrigdi, á Bláa Krossi, hjá kommunulæknunum, í sjúkrahúsverkinum og hjá privatum rúsdrekkakonsulentum. Samanumtikið er hetta eitt rættiliga stórt virksemi fyri almennan pening. Men tíverri kunnu vit ikki við vissu siga, hvussu góð úrslitini eru av hesum viðgerðarvirksem-inum, hvussu øll hendan viðgerðin hjá okkum í roynd og veru virkar. Vit hava tøl og upplýsingar frá stovnunum, gamaní. Men vit hava onga sanna mynd av, hvussu nógv koma burturúr misnýtsluni, og hvussu nógv ganga aftur í viðgerðarskipanunum, einaferð, ella fleiri ferðir uppísamanaftur.
Tað hevur leingi verið uppá tal at gera upp, hvussu viðgerðin virkar. Hetta krevur tó, at tey, sum eru í viðgerð, ið er fíggjað av tí almenna, verða skrásett við navni ella øðrum eyðkenni, soleiðis at tað ber til at fáa skil á, um talan er um somu persónarnar, ið verða viðgjørdir ferð eftir ferð. Og her verður spurningurin so, um tey vilja verða skrásett, ella um hendan treytin fær tey at halda seg burtur.
Harumframt haldi eg, at vit áttu at umhugsa at lagt tey ymisku viðgerðartil-boðini saman, ella í øllum førum at samskipað tey betur, enn tey eru í dag. Á hendan hátt hevði møguliga borið til at ment útboðið av viðgerð, soleiðis at vit kundu loftað fleiri sløgum av rúsmisnýtarum, og boðið teimum eina breiða røð av tilboðum um framhaldandi viðgerð, eisini eftir at tey vóru komin burturúr misnýtsluni.
Eisini eigur tað almenna at tryggja sær, at virksemið, sum fer fram uttanfyri tað skipaða heilsuverkið, lýkur ávís krøv til góðsku. Hetta sigi eg ikki, tí eg havi nakra vitan um, at góðskan á verandi viðgerð ikki er nóg góð, men heldur av prin-sipiellum orsøkum. Tá tað almenna rindar kostnaðin av hesi viðgerð, hevur tað almenna sjálvsagt eisini rætt til at seta krøv um góðsku til virksemið og til førleikan hjá starvsfólkun-um.
Almennur stuðul verður í dag veittur til feløg, sum arbeiða við tiltøkum móti misnýtslu. Millum tey feløg, sum fáa stuðul frá Almana- og heilsumálaráð-num, eru Fráhaldsrørslan, Losjan og Blái Krossur. Eisini verður stuðul latin til rakstur av Heilbrigdi og av Blákrossheiminum, sum bæði arbeiða við fólki við rúsevnistrupulleikum. Harumframt lata vit stuðul til Fyribyrgingarráðið og til annað upplýsingararbeiðið í sambandi við rúsmis-nýtslu.
Rúsdrekkapolitikkur og fyribyrging
Sambært gransking á økinum eru rúsdrekkapolitisk amboð, sum loysa seg, og sum hava víst góð úrslit, tá talan er um at minka um rúsdrekkanýtslu.
Millum tey tiltøk, sum hava sera góð úrslit, eru:
?at hava ein minsta aldur fyri, nær tað er loyvt ungfólki at smakka sær á;
?at hava alment regulerað skeinkiloyvi til fólk, ið selja rúsdrekka;
?at hava ein príspolitikk, har avgjøld verða sett á rúsdrekka;
?og at hava eftirlit við, um fólk koyra, tá tey eru ávirkað, við at lækka loyvda promillu-markið, við at steðga fólki í bili og taka royndir, til dømis við at fáa tey til at "blása í ballónina".
Millum tey tiltøk, sum sambært gransking hava góð úrslit eru:
?at avmarka atkomuna, til dømis við at avmarka upplatingartíðirnar hjá rúsdrekkasølum,
?at hava alment riknar rúsdrekkasølur, sum ikki skulu rekast við fíggjarligum avkasti fyri eygað,
Eg haldi, at vit eiga at halda fast í verandi skipan við Rúsdrekkasølum landsins, sum eru stongdar leygar-dag, og sum ikki gera stór-vegis burturúr at lýsa við vørunum. Og eg haldi avgjørt ikki, at vit skulu flyta rúsdrekkasøluna í teir vanligu handlarnar, sum røddir hava verið frammi um í seinastuni.
Rúsdrekka er ikki ein vanlig søluvøra
Tí vit eiga at hava í huga, at rúsdrekka ikki er ein vanlig søluvøra, sum allar aðrar vørur, ið verða seldar og keyptar. Hinvegin má rúsdrekka metast sum ein serlig handilsvøra við serligum heilsuligum og sosialum avleiðingum.
Í dag leggur ES stórt trýst á Norðurlond um, at seta avgjøldini á rúsdrekka niður, tí í ES verður rúsdrekka fatað sum ein vanlig handilsvøra. Men avvarðandi politisku myndugleikarnir í Norðurlondum eru ikki samdir við ES í, at vit í sambandi við rúsdrekka bert eiga at føra ein van-ligan handilspolitikk við marknaðartreytum og kappingarføri. Vit eiga so-statt ikki at seta avgjøldini ov langt niður. Myndugleikarnir í Norðurlondum vilja hava eitt annað per-spektiv við, tá tað snýr seg um rúsdrekka, nevniliga tað fólkaheilsuliga og sosial-politiska perspektivið. Roynt verður tí frá norðurlendskari síðu at orða eina felags støðu mótvegis ES, og at venda trýstinum hinvegin, fyri at fáa ES til at endurumhugsa teirra rúsdrekkapolitikk, við eitt nú at varðveita høg avgjøld. Tí hendan áskoðanin er viðurkend, tá tað snýr seg um tubbak, har høg avgjøld eru loyvd, og nú vilja Norðurlond, at rúsdrekka skal við-gerast sambært hesi somu áskoðan.
Vit eiga í Føroyum at halda okkum afturat hinum Norðurlondunum. Um vit vilja varðveita ein restriktivan rúsdrekkapolitikk, er tað norðurlendska samstarvið, sum vit longu taka lut í, av stórum týdningi. Ætlanin er í norður-lendskum høpi at orða ein rúsdrekkapolitikk sambært heilsupolitiskum sjónarmiðum. Og eg haldi, at vit í Føroyum kunnu læra nógv av hesum arbeiði.
Støðan í Føroyum í dag
Tað, sum í stóran mun eyðkennir støðuna í Føroyum í dag er, at tað almenna letur stuðul til sjálvbodnar fe-lagsskapir, og so hava almennu myndugleikarnir í ov stóran mun lyndi til at tváa sær um hendurnar, og halda, at tann heilaga grøvin er væl vard. Men nú haldi eg tað má verða meira upp til tað almenna at vera ein meira virkin leikari á økinum.
Í hesum sambandi er neyðugt at gera greitt, hvørja áskoðan tað al-menna hevur á rúsevni, rús-drekka og á, hvussu trupulleikar, ið standast av mis-nýtslu, eiga at verða loystir.
Viðvíkjandi rúsevnum er tað at siga, at narkotisku rúsevnini skulu undir ongum umstøðum loyvast. Her er tað stóra arbeiðið at skipa góð viðgerðartilboð, at skapa karmar um eitt gott fakligt umhvørvi fyri tey, sum arbeiða við at viðgera rúsevnismisnýtarar. Eisini er alneyðugt at upplýsa ung um vandan við rúsevnunum, og at skapa karmar um ein gerandisdag, har tey ungu ikki fella í rúsevnanýtslu. Tað fyribyrgjandi arbeiði á hesum økinum vigar tungt.
Í 1992 avloysti verandi rúsdrekkalógin ta gomlu, sum var frá 1917. Fyrsta grein í lógini ger greitt, hvat endamálið er: "Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum".
Orsøkin til, at landið fór undir at selja rúsdrekka, var at fyribyrgja og avmarka skaðan av rúsdrekka, og at fáa lóglig og skipað viður-skifti á økinum. Hvussu nógv, hvussu ofta, og hvat ið drukkið verður, stendur til hvønn einstakan at gera av.
Síðani lógin kom í gildi, hevur ikki stórvegis verið gjørt frá almennari síðu við at fylgja lógini upp. Tað er tí í tøkum tíma, at vit fara í holt við at orða ein almenn-an rúsdrekkapolitikk. Hesin verður orðaður saman við fólkaheilsupolitikkinum, tí rúsdrekka er, um tað verður misnýtt væl at merkja, sum áður nevnt eitt av teimum stóru heilsuskaðiligu økjunum, ájavnt við tubbak.
Tað hevur víst seg, at rúsdrekkalógin hevur havt eina tálmandi ávirkan á, hvussu drukkið verður í Føroyum. Í fyrru helvt av nítíárunum var lítil broyt-ing í søluni hjá Rúsdrekka-sølu Landsins, frá einum ári til annað, men seinnu árini hevur verið vøkstur í nýtsluni, til hon í 2003 minkaði. So tað, at atkom-an til rúsdrekka er av-mark-að, hevur havt hepna ávirkan á rúsdrekkanýtsluna.
Rúsdrekka er enn ein veitsludrykkur í føroyska samfelagnum, heldur enn ein gerandisvøra. Vit nýta rúsdrekka fyri at markera, at okkurt serligt er á vási. Tað vil siga, at óttin fyri tí ólevnaði, sum nógv av okkum hildu fór at ein avleiðing av rúsdrekkasøluni, var ógrundaður. At rús-drekka enn er ein veitsludrykkur og ikki til gerandis haldi eg vera eitt positivt eyðkenni, sum vit eiga at royna at varðveita.
Og vit eiga eisini at arbeiða fyri, at nýtslan verður verðandi nøkulunda støðug. Hvør eigur heiðurin? Rúsdrekkalógin? Allar eld-sálirnar í teimum sjálv-bodnu felagsskapunum? Blái Krossur, Heilbrigdi, Frelsunarherurin, fráhalds-rørslan, losjurnar? Her eru nógvir partar, sum hava havt sína hepnu ávirkan á tað føroyska drykkjumynstrið.
Eisini tað almenna má nú taka sín part av hesum arbeiði. Saman við øllum pørtunum, ið nevndir eru omanfyri, skulu vit nú geva rúsdrekkapolitikkinum høga raðfesting.
Lat meg enda við at ynskja Bláa Krossi hjartaliga tillukku við 100 ára skeiðinum í áhaldandi og ídnum arbeiði við fyri-byrging móti oyðandi rús-drekkamisnýtslu, einstak-lingunum, familjunum og samfelagnum at gagni. Og góðan byr frameftir segði landsstýrismaðurin.