16. september í 2011 ringdi Rúna Nón Bjartalíð, sum tá júst hevði fylt 18 ár, til Martin Kúrberg, leiðaran á Herberginum, tí hon knappliga kendi á sær, at nú mátti hon fáa hjálp.
Í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu –Eg visti ongan útveg
– Eg ringdi til Martin, og tað fyrsta hann segði var, ‘tær havi eg bíðað eftir leingi’. Tá knekkaði eg og segði, at eg hevði tørv á hjálp. ‘Veitst tú hvat, eg veit ikki, um eg fái hjálpt tær’, segði hann, tí Bláikrossur onki tilboðið hevði til mín, sigur 24 ára gamla Rúna Nón Bjartalíð.
Rúna kendi Martin Kúrberg, tí hann hevði verið í Klaksvík og tosa við tey ungu í hennara vinaskara um rúsevni. Hon visti, at hann kendi til ung og misnýtslu, og at hann brendi fyri at hjálpa ungum í slíkum støðum. Tá Martin hevði sagt henni í telefonini, at hann ikki var vísur í, um hann fekk hjálpt henni, so var tað ikki tí, at hann ikki vildi hava Rúnu inn á heimið, men tí hann ikki visti, hvat hann fekk bjóðað henni.
– Eg visti ongan útveg úr tí, sum eg var í, men eg visti, at Martin hjálpti ungum fólki og at summi av teimum nú vóru rúsfrí. Eisini var ein vinmaður mín, sum var nøkur ár eldri enn eg, á Blákrossheiminum fyri rúsevnismisnýtslu júst tá, og Martin visti, at vit kendust, sigur hon.
Seinni ringdi Martin tó aftur til Rúnu, og bað hana koma á Blákrossheimið mánadagin. Hetta var ein fríggjadag.
Rúna er glað, orkufull og fyrikomandi, og hon kendi seg skjótt væl á heiminum, hóast málbólkurin og tørvurin hini á heiminum høvdu als ikki samsvaraði við hennara tørv.
– Eg varð væl móttikin, tá eg kom inn, og eg bleiv skjótt væl við øll hini, sum vóru har, sigur hon, og sipar til eldri kvinnur og menn, sum serliga stríðast við rúsdrekkamisnýtslu.
– Hóast mær dámdi at vera har, so tyktist tað sum vistu tey ikki, hvat tey skuldu gera við meg. Eg var til bólka-samrøður, har tosað varð um rúsdrekka og trongdina at drekka. Eg hevði ongar abstinensir; hvørki til rúsdrekka ella til rúsevni, sum eg nýtti hvønn dag, sigur hon.
– Eg varð móttikin við upplýsing um, at tey ikki vistu, um tey fingu hjálpt mær. Seinni fekk eg at vita, at var vinmaður mín ikki longu har, so høvdu tey ikki tikið meg inn. Eg havi Martini at takka, at eg slapp í viðgerð, tí hann visti, at tóku tey meg ikki inn, so hevði tað kunnað endað heilt galið, sigur hon.
Hon greiðir frá, at starvsfólkið á Blákrossheiminum eru ómetaliga dugnalig og hava drúgvar royndir við at hjálpa menniskjum við rúsdrekka trupulleikum, men tað hevði hon ikki, og tí passaði hon ikki í ta viðgerðina, ið varð bjóðað. Hon heldur tó, at uppihaldið á Blákrossheiminum var ein tann besta avgerðin, sum hon hevur tikið.
– Eg fekk eitt gott forhold til Martin Kúrberg, tí hann skilur rúsevnis- og hassjmisnýtlsu . Frá honum lærdi eg um misbrúkið og mátan eg sá meg sjálva. Sjálvsviriði vaks munandi, ímeðan eg var har, staðfestir Rúna Nón Bjartalíð.
– Martin segði ofta, at handan hvønn misnýtara er ein søga, og eg leitaði eftir míni søgu í langa tíð. Eg ivaðist til tíðir í, um okkurt mundi vera hent mær, sum eg ikki mintist, men tað var tað ikki, sigur hon.
Rúna er glað at hoyra at Blái Krossur nú fer undir at bjóða ungum úr 15 til 18 ár ambulanta viðgerð, tí tørvurin er stórur.
Hon greiðir frá, at tey ungu mugu loftast og fáa hjálp í góðari tíð, so søgurnar um tey ungu, ið vóru bundin av rúsandi evnum, men síðani fingu hjálp, eisini koma út.
– Vit hoyra næstan bara søgur um gamlar alkoholikarar, sum verða avrúsaðir, og tað er syrgiligt, at tað skulu fara so nógv ár til spillis, áðrenn fólk fáa hjálp, sigur hon.