Við gittara og sangi eg spæli nú mítt lag

Hóast gittarin er størri enn gittarspælarin, so er tað eingin forðing. Tey smæstu í samfelagnum duga eisini sera væl at spæla sítt egna lag Tað vísti seg tá Frítíðarskúlin í dagstovninum við Løkjatún á Argjum skipaði fyri talentkapping seinnapartin hósdagin.

- The Dreams mugu ansa sær. Tit duga ótrúliga væl at spæla, og tað er stuttligt at síggja tykkum spæla. Eg haldi tað er imponerandi, sjálvt um eg ikki ordiliga skilji boðskapin. Hetta vóru nøkur av orðunum, sum dómararnir høvdu at bera dreingjunum, ið júst høvdu spælt.

Teir vóru fýra dreingir, ið júst høvdu staðið á pallinum og spælt í besta The Dreams stíli. Børnini sungu og spældu av hjartans gleði, bæði við og uttan instrumentir. Tey sungu kendar sangir, ókendar sangir og enntá sangir, tey sjálvi høvdu gjørt. Eisini var dansur afturvið sangunum, og tað høvdu tey sjálvi funnið uppá og samskipað.

Harðir sangir, ið fáa smílið fram, og skurrandi reinar barnarøddir, ið syngja hjartanemandi sangir gjørdu, at hetta var uppliving fram um ta mest professionellu framførslurnar.

Okey at siga nei

Endamálið við at skipa fyri einum slíkum tiltaki hevur sjálvsagt, umframt hugnan og stuttleikan, nakrar námsfrøðiligar ætlanir aftanfyri. Majbritt Jacobsen, ein av fyrireikarunum greiðir frá:

- Tann námsfrøðiligi parturin av hesum er, at vit kunnu skapa sjálvsvirði og sjálvsálit í tí einstaka barninum. Tað at vit kunnu læra tey at tora at stilla seg á ein pall og at framføra. Hinvegin er tað jú eisini ein lærdómur í, at børnini sjálvi skuldu gera av, um tey vildu hetta ella ikki, og at tað eisini er í lagi at siga nei, sigur Majbritt Jacobsen.

Les meira í Sosialinum