Við kós moti málminum

2. deild: HB hevur av álvara sett kós móti heiðursmerkjum, og sunnudagin vórðu gøtumenn bukaðir í trý korter

HB-GÍ 4-2 (4-0)


At sigurin hjá næstbestu HB leikarunum ikki gjørdist størri leygardagin, hava teir bert sær sjálvum at takka fyri.

Hevði neyvleikin verið størri og hugburðurin øðrvísi, hevði talan helst verið um ein nógv størri sigur, men ístaðin var um reppið, at gøtumenn aftur fingu spenning í dystin.


Einki at roksa um

Fyrra umfarið var at kalla bert eitt lið á vøllinum, tí HB sat á so at siga øllum.

Gøtumenn høvdu valla nakran málmøguleika, meðan teir á heimaliðnum hinvegin gjørdu sum teimum lysti.

Toppskjúttin á HB liðnum, Gunnar Mohr, hevur fleiri ferðir prógvað, at máltevinum einki bilar, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hann hevði lagt heimaliðið framum.

Hetta fekk tó á ongan hátt heimaliðið at taka tað róligari, og stutt eftir kundi Eyðun Samuelsen økja um leiðsluna, tá hann stýrdi einum innleggi í málið.

Jónsvein Bærentsen varð spældur púrasta leysur, tá hann økti til 3-0, og líkt var til, at talan skuldi gerast um stórsigur, tá Eyðun Samuelsen gjørdi tað til 4-0, eftir at hava rundað bæði málverja og enn ein verjuleikara.


Mistu takið

Seinna umfarið byrjaði eins og tað fyrra endaði, og HB hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at hetta kortini eydnaðist teimum.

Um tað var tí teir nú kendu sigurin vísan, ella um teir kanska fóru at hugsa um dystin hjá 1. deild móti grannunum, skal eg lata vera ósagt, men brádliga misti heimaliðið fullkomuliga tamarhaldið.

Bárður Heinason minkaði til bæði 4-1 og 4-2 og brádliga vóru tað nú gestirnir, sum stýrdu spælinum á vøllinum.

Teir fingu tó ikki fleiri mál, og noyddust tí at taka til takkar við triðja ósigrinum í ár, og fingu sostatt heldur ikki betra um støðuna á stigatalvuni, har teir nú eru triðniðastir.

HB gjørdi hinvegin eitt skarvslop uppeftir, og hóast teir bert eru á sætta plássi, so er ikki so langt upp til heiðursmerkjaplássini.

Við spælinum, sum teir sýndu fyrstu trý korterini leygardagin, er heldur ikki óhugsandi, at teir nýta komandi vikurnar til at klintra enn longur upp á stigatalvuna.

Hóast alt er talan bert um trý stig upp, í hvussu er munnu teir ætla sær fulla úrtøku, tá grannarnir úr B36 eru mótstøðuliðið komandi vikuskifti.


HB-GÍ 4-2 (4-0)

1-0: Gunnar Mohr

2-0: Eyðun Samuelsen

3-0: Jónsvein Bærentsen

4-0: Eyðun Samuelsen

4-1: Bárður Heinason

4-2: Bárður Heinason.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.