Viðmerking til Kára Johannesen

Eg gjørdist bilsin og ikki sørt ørkymlaður, tá eg í grein í týsdagsblaðnum las nakrar hugleiðingar, sum Kári Johannesen, stjóri í einum av teimum stóru vinnulívsfyritøkunum í Føroyum, hevði havt á fundi fyri politikarum í Eysturoynni um m. a. skúlagongd hjá handverkslærlingum.

Um eg skal gera stutta niðurstøðu av greinini, kann hon eftir míni fatan sigast nakað soleiðis.:

Innlæringin hjá handverkslærlingum er umvent propertional við skúlatíðina.

T. v. s. um lærlingar gingu helvtina minni tíð í skúla, vóru teir dupult so dugnaligir. harafturat hevði tað føroyska samfelagið spart eina munandi upphædd, og høvdu øll tá vunnið ? møguliga eisini lærlingarnir???

Um Kári Johannesen metir, at Tekniski Skúlin gevur eina ov vánaliga undirvísing, er skylda hansara at gera vart við hesi viðurskiftini. Hetta má tó verða til rætta viðkomandi, sum í hesum førinum er skúlastjórin ? og ikki politikarar í Eysturoynni.

Um tað hinvegin er longdin av skúlagongdini og innihaldið í útbúgvingini, er tað heldur ikki politikararnir úr Eysturoynni, sum hava ábyrgd ella møguleika fyri at broyta hesi viðurskiftini. Í hesum førinum er tað Kári Johannesen, (gjøgnum yrkisnevndirnar) sum skal taka avgerð um hetta. (yrkisnevndirnar eru 100% umboðaðar av vinnuni)

Yrkisnevndirnar boða síðani skúlunum frá, hvørjar kunngerðir eru galdandi, og skal Tekniski Skúlin út frá hesum geva ta áløgdu frálæruna.


Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn