Njál Djurhuus
Nú valdi eg persónliga at arbeiða við mínum trupulleikum í tí stilla, men tíðin gekk, og at enda fekk eg góða hjálp frá mínum børnum og NRK.
Fleiri hava spurt meg um eg angri at eg fór undir hetta, men tað geri eg ikki. Eftir sendingina hava hópin av fólki í Noreg sett seg í samband við meg. Felagsviðmerkingar teirra er at tey eru glað yvir, at eg sum í teirra eygum ongar persónligar trupulleikar hevði, nú alment segði at eisini eg sum ígjøgnum eitt langt lív hevði hjálpt øðrum, sjálvur hevði mítt at stríðast við. Hetta hevur skapt virðing at eg alment vildi fara út við hesum.
Ein sjónvarpstáttur sum hesin kann als ikki geva eina fullgóða mynd av tí ið fór fram, soleiðis hesa ferð, tað sum ikki kom fram var millum annað at pápi mín James misti pápa sín tá hann var 7 ára gamal og tá hann var 14 ára gamal doyði mamman. Hann royndi at bjarga sær sum best bar til, men so bjóðaði fastir hansara honum at koma til teirra at vera í Skerray. Tríggir av brøðrum hansara doyði undir heimsbardaganum. Í 1942 varð hann sendur til Normandíið har teir Sameindu ætlaðu at leypa á Noreg fyri at fáa týska hervaldið út, hetta bleiv av ongum, og tí varð hann sendur við Lovat Scouts til Bretlands at ansa tey kongaligu.
Annars var tað áhugavert at hoyra pápa mín lesa eina av yrkingum sínum.
Eitt lítið »brek« er í frásøgnini ið eg vil viðmerkja her, annars er alt góðtikið frá mær, hóast eg ikki sá sjónvarpstáttin áðrenn hann var sendur. Sagt verður at pápi mín var tann stóri kærleikin hjá mammu míni, so klipti NRK restina burtur. Hann var sjálvsagt hennara ungdómskærleiki har eg Njál var úrslitið. Mamma mín giftist fleiri ár aftaná við Johannes Jacobsen úr Hvalvík og tey høvdu eitt gott hjúnarband inntil deyðin skilti tey.
Fólk hava spurt meg nú hvat ert tú nú Njál? Býr í Noregi, hálvur skoti og hálvur føroyingur, svarið er greitt, føroyingurin kemur altíð at hava fyrsta plássið! Tað eri eg stoltur av. Gud signi mítt elskaða føðiland Føroyar.