Eg fór undir at umseta Poe fyri umleið tólv árum síðani. Tá var eg sekstan ár. Sjálvandi dugdi eg illa at byrja við.
Eg havi eisini útgivið týðingina av Kafka – kendu søguna "Umskapanin". Hon varð væl og virðiliga rættlisin. Redigerað aftur og fram í tvey ár, bæði av týskkønum og av einum føroysktlærara. Bókina hevði ein føroyskur sniðgevi sett saman, og hendan bókin er upp á allar mátar væl úr hondum greidd av einum føroyskum redaktøri og útgevara.
Poebókin hevur verið í gerð í rættiliga langa tíð. Og tá ein við jøvnum millumbilum hevur trivið íaftur somu týðingar í tólv ár, er kanska ringt at síggja tær objektivt – og tískil at lúka onkrar villur úr, ið ein ikki hevði sæð, av tí at ein hevur vant seg við at síggja tær. Hevði forlagið átt fleiri pengar til rættlesarar, hevði úrslitið verið munandi betri.
Eg fari at viðganga, at hetta við at útgeva á egnum forlagi er strævið, og at hetta arbeiði hevur møtt meg almikið – at samskipa prent, grafikk og flutning – og at eg tí ikki havi givið ymiskum smávillum ans.
Tó má eg viðganga eitt – at eg havi havt trupulleikar av øllum sjómannatosinum í søguni "Niður í meldurstreymin".
Hanus nevnir í sínum ummæli í týðingini 14 dømir um villur, harav 7 eru úr "Niður í meldurstreymin". Tískil haldi eg meg ikki fara skeivan, tá eg sigi, at júst tann týðingin er Svartiper í savninum, og at tað er vegna alt sjómannatosið, sum føroyingar eiga 100 ferðir so nógv orð fyri sum onglendingar, nøvn fyri skip og bátar osfr.
Í ævisøguni, sum Hanus skrivaði um Janus Djurhuus, nevnir hann eina gamla, føroyska týðing av "A Descent Into the Mael-Strom", týðarin ókendur. Tann týðingin fløkist ikki í gomlum orðingum og nøvnum fyri ymiskt, sum hevur við havið at gera. Men hevði nakar týtt so leyst í dag, hevði viðkomandi verið lagdur undir at útgivið falskar týðingar, ella týðingar, sum viku so nógv frá upprunatekstinum, at einki var eftir.
Eg veit, at Hanus hevur týtt poesøgur sjálvur, og at hann hevur nógvar sermerktar meiningar um føroyskt mál, og sum kappingarneytin hjá honum Carl Jóhan Jensen eisini hevur. Men onkuntíð er tað sum um teir halda seg vera einastu høvundar i Føroyum, sum duga at skriva føroyskt og
harvið eisini hava einkarættin til hetta skriftmálið. Tí fari eg eisini at gera onkrar viðmerkingar til ummælið hjá Hanusi av týðingini.
Hanus fílist á týðingina av Ligeiu. Eg veit ikki hví? Hana haldi eg vera eina av teimum frægastu.
Mestur hugsar Hanus um onkrar langar setningar, har eg havi bent skeivt. So sum t.d. hesin:
"Eg vildi sissa hana – tosa upp í lag við hana – men við einum so ógvusliga gløðandi eldhuga elskaði hon lívið – lívið – einans lívið – at uggi og skilagóð tala mundu vera býttisskapur at royna seg við." (bls. 108)
Men eg gjørdi tað við vilja. Eg royndi at laga týðingina til soleiðis sum føroyingar tosa í dag – royndi at kvinka hana nærri ímóti okkara samtíð – av tí at so nógvar føroyskar týðingar í dag verða lagdar undir at hava ov stirvið mál, og siga t.d. "meg droymdi", "mær dámar" osfr. Eg og fleiri við mær halda hetta vera skeivt, tá tey flestu í dag siga "eg dámi" osfr.
Men nú síggi eg so, at hesin mátin at gera tað uppá ikki verður sæddur við vælvild – ella í øllum førum ikki við poetekstum. So veit eg tað til eina aðru ferð.
Men eg dugi einki galið at hoyra í "konu og systrum andaða".
"Andaði" merkir jú "tann deyði". Eg royndi at fáa tað at ljóða so formligt sum gjørligt, av tí at Poe er rættiliga formligur altíð. Og tað vóru tey eisini tá í tíðini.
Eg umseti einastaðni í bókini: "…on the shrine of the most passionate devotion" til "…á altari hina fúsu hámeting". Hetta dámar Hanusi ikki. Eg veit ikki hví. Sjálvur helt eg meg vera slopnan stak væl frá tí.
Og Hanus skrivar:
"…og um ein týðari partú vil umseta eitt persónsnavn sum tað anglosaksiska Ethelred, kann tað ikki á føroyskum eita Aðalreyði."
Hví ikki, havi eg hug at spyrja? Tað er jú sama navn, bara á føroyskum í staðin fyri á enskum. Eg haldi eisini tað situr rættiliga væl – næstan sum eitt ordiligt navn.
Í bók síni "Ferð mín til Jorsala" (sum mær dámar (eg dámi) sera væl og enntá havi lænt heitið á til eina stuttsøgu) umsetir Viderø ofta nøvn til føroyskt og flytir nøvn og heitir yvir í føroyskt. Eitt dømi er "castle", sum hann kallar "kastell". Hetta dámar mær stak væl. Eg havi ofta hug at gera tað sama, eisini við nøvnum. Eg haldi tað ríkar tað føroyska málið – bara tey nýggju orðini og nøvnini verða bend á føroyskum.
Hanus skrivar:
"Eitt dømi [um vánaliga týðing] er tann langa stuttsøgan "Gullklukkan", sum bæði snýr seg um at týða dulskrift og um at brúka skynsemi og skilvísi til at gera hetta."
Hanus nevnir einki dømi úr hesi týðingini, so eg veit ikki, hvat hann hugsar um. Kanska hugsar hann um, hvussu Jupiter tosar.
Í søguni er ein nekari, sum í upprunahandritinum tosar sum nekarar gjørdu í USA tá – "ain'" í staðin fyri "ain't" osfr. Og siga eisini "g" í staðin fyri "k" osfr. Hetta havi eg roynt at fingið við í mínari týðing, so at úrslitið er eitt málbrigdi, sum ikki er til, av tí at føroyingar ongantíð hava innflutt trælir úr Afrika. Men eg havi bara gjørt tað, sum aðrir týðarir, t.d. danskir, hava gjørt, og uttan hetta hevði
søgan mist nokkso nógv. The Gold-Bug er ein søga, sum næstan skal lesast á amerikonskum.
Eg skal vera fyrstur til at viðganga, at grafikkurin í bókini er ikki sum eg vildi hava hann. Hetta er tí eg brúkti eina prentsmiðju í Pólandi.
Men tá ein ikki hevur ráð at gjalda at prenta bókina í Føroyum, vegna ov lítlan stuðul, ja so noyðist ein at taka við næstbesta póllendska ella kinesiska tilboðnum. Tað sama við grafikaranum – ein bílig amerikonsk grafikarinna.
Tó eri eg sjálvur stak nøgdur við júst permuna av Poe. At Hanus ikki dámar hana, er kanska ikki av sjálvari permumyndini, men kanska heldur av góðskuni?
Men eg skal ikki finnast ov nógv at ummælinum hjá Hanusi.
Takk fyri kritikkin, Hanus. Kanska verður annað upplag prentað, og tá verða allar rættingar tiknar við.