Viðmerkingar um Leirvíksfjarðaleiðina

Rættleiðingar og viðmerkingar til einfaldgjørdar samrøður

Strandferðslan varð skerd við 10 milliónum krónum ella við 6 prosentum. Stovnurin hevur í inntøkum slakar 160 milliónir krónur. At Leirvíksfjarðaleiðin var ætlað at bera slakan helming av skerjingini er reint vitloysi.
- At Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins ikki vil skilja málið, sum tað liggur, er onnur søk.

Leygarmorgunin 5. apríl vórðu endurgivnar samrøður úr Dimmalætting og Sosialinum við ávíkavist stjóra Strandferðslunnar Kristian Davidsen og Gunnleiv Dalsgarð, for-mann Starvsmannafelagsins.
Eg fari at koma við nøkrum rættleiðingum og viðmerkingum til hetta prátið, sum var sera einstáttað, og málið er ikki so einfalt, sum tað verður gjørt til.
Tað er rætt, at eftir at løgtingsfíggjarlógin fyri 2003 hevði fingið fyrstu viðgerð og kom aftur til aðru viðgerð, hevði fíggjarnevndin skert hana við 80 mió. krónum, harav Strandferðslan skuldi spara íalt 10 mió. krónur ella stívliga 6 prosent av játtan stovnsins.
Strandferðslan hevur á dagførdu fíggjarætlanini fyri 2003 í inntøkum slakar 160 mió. krónur. Stovnurin fær sostatt 92,3 mió. krónur í søluinntøkum, meðan hinar 66.6 mió. krónurnar verða játtaðar afturat á fíggjarlógini.
Av hesum 10 milliónunum skuldi helmingurin sparast á Leirvíksfjarðarleiðini.
Tann sum veruliga hevur sett seg inn í ruðuleikan, ið hevur valda á Leirvíksfjarðarleiðini nú í mong ár veit, at ein tílík sparing á júst hesi leiðini, er vitleyst, og givið er, at inntøkurnar høvdu minkað munandi við at sett" Ternuna" inn fyri "Dúgvuna".
Tað tykist ikki, sum um formaður Starvsmannafelagsins, Gunnleivur Dalsgarð hevur áhuga fyri at seta seg inn í veruligu støðuna, sum Norðoyggjar eru í.
Dúgvan og Ternan skuldu sigla
Í august mánaði í fjør, tá Vágatunnilin varð latin upp, varð avgjørt, at "Ternan" skuldi koma afturat "Dúgvuni" at røkja Leirvíksfjørð. Henda loysn hevur ikki verið framd, men afturat "Dúgvuni" hevur "Sam" siglt. ? Hetta hevur ikki og kemur ikki at nøkta hesa leið.
Tað tykist tí ómetaliga løgið, at Strandferðslan hevur lagt helmingin av sparingini á júst Leirvíksfjarðarleiðina, sum frammanundan er ein ruðuleiki, tí ferðslan er ov nógv.
Lat tað eisini verða sagt, at bilrøðirnar standa íðiliga eftir einum høvuðsvegi, nevniliga norðureftir Stangarvegnum, tí allir básar eru fullir. At ikki løgreglan hevur gjørt vart við hesa hættisligu gongd, undrar mangan.
Skuldi "Ternan" og "Sam" røkt hesa leið, var uppaftur nógv verri statt.

Norðoyggjar ofta lagdar lamnar
Nú tekur Gunnleivur Dalsgarð soleiðis til, at "framdur verður sálarligur yvirgangur" ímóti almennum starvsfólki.
Í Norðoyggjum búgva 6 túsund føroyingar, sum bert hava eina farleið inn á megin-landið, tað er Leirvíksjfarðaleiðin. ? Hesin partur av landinum er ikki týdningarleysur.
Formaður Starvsmannafelagsins hevur ikki bert eina og tvær ferðir, men fleiri ferðir í vikuvís lagt hesa farleið - og við tí allar Norðoyggjar - lamnar, uttan at vinnulívið og skúlaungdómur okkara, sum ferðast millum Norðoyggjar og Kambsdal, og eysturoyingar ferðast til skúlar her, hava tikið hetta sum "sálarligan yvirgang", hóast hetta eftir termino-logiini hjá formanninum kundi verið kallað so. ? Hetta hevur bert verið dagligur veruleiki.
Vit skulu eisini minnast til, at henda atgerð hevur rakt øki okkara meint, og hevur sjálvandi ikki havt somu ávirkan fyri høvuðsstaðin, men har búgva jú flestu limir starvsmannafelagsins.


Tað var ikki burturvið
Tá formaðurin sigur, at tað er burturvið, tá eg segði á tingi, at "tað almenna hevur stolið hendan vinnuvegin", fari eg at gera vart við, at tað var rætt, sum eg segði, og fari at geva eitt dømi.
Í 1961 læt Kjølbro byggja ein nýggjan "Pride", til at røkja farleiðina millum Tórshavn og Klaksvík, sum hann hevði gjørt í mong ár. Stutt eftir verður nýggjur "Smyril" bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. ? Hann var so mikið stórur og dýrur, at umframt at røkja Suðuroyarsiglingina, varð hann eisini settur í rutu millum Havnina og Klaksvík.
Hetta gjørdi, at henda almenna ruta ? við almennum peningi - tók lívið av "Pride" soleiðis, at Kjølbro bert hevði eitt at gera, tað var at bjóða landinum skipið.
Eg kenni hetta málið, tí eg arbeiddi hjá Kjølbro tey árini. ? Hetta var tað eg á tingið meinti, tá eg segði, at henda ger var, sum "tá leyva fer eftir zebra".


Bilar, bussar o.a.
Eg skal ikki leingja nógv um hesaferð. Tó lat meg siga, at tað undrar mangan, tá vit síggja bilar, bussar og postbilar í kapping koyra um landið ? fleiri tómir ella hálvtómir ? og at í staðin fyri veruliga at gera upp í hesum trupulleika, at skerja Leirvíksfjarðarleiðina, sum liggur undir tí, ið ætlanin var í tænastu. ? Tí gjørdist alt so ótrygt.
Lat meg eisini siga, at Norðoyggjar var helst einasta økið, sum ongantíð mótmælti hækkaðu ferðaseðlaprísunum, men bert kravdu regularitet, fleksibilitet og at farðleiðin virkaði, so vinnulív okkara kann virka og okkara skúlaungdómur kann ferðast undir nøkulunda góðum viðurskiftum.

Broytingartíð
Lat meg til seinast hesaferð koma við einum hugskoti, sum kanska kundi birt upp undir eitt frægari kjak.
Nú Vágatunnilin er komin, og Norðoyatunnilin verður verðuleiki um tvey ár, eru bert tvinnar rutur eftir av teimum stóru, nevniliga Suðuroyarleiðin og Sandoyðarleiðin. Tað kundi tí verið rætt, at lagt skrivstovuna fyri Suðuroyarleiðina í Suðuroy og skrivstovuna fyri Sandoyarleiðina á Sandoynni, meðan skrivstovan fyri tær smærru ruturnar framhaldandi kundi hildið fram, har hon nú er.
Einki hevði verið í vegin fyri at samskipa hesar tættir í hesum teldutíðum.
Hetta hóvar helst ikki formanni Starvsmannafelagsins, men hevði verið í tráð við politikk samgongunnar, og hevði helst verið ódýrari loysn.
Men lat tað verða sagt bæði yvirfyri stjóra Strandferðslunnar og ikki minst formanni Starvsmannafelagsins, at tað er vitleyst at seta "Ternuna" inn fyri "Dúgvuna", tað havi eg grundgivið fyri fyrr, og at Leirvíksfjarðaleiðin skal bera um helmingin av skerjingini er at halda klaksvíkingar og norðoyingar fyri tað turra spott.