Landsfundur
Landsfundur Sjálvstýrisfloksins varð hildin við teirri dagsskrá, at Kári P. Højgaard fyrst legði fram sína formansfrágreiðing. Síðan helt nýggi tingmaður floksins, Kári á Rógvi, eina røðu, og at enda fekk formaðurin í Unga Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, eisini høvi at halda eina røðu vegna tær yngru kreftirnar í flokkinum.
Eftir framløgurnar hjá Kára P. Højgaard, Kára á Rógvi og Jógvani Skorheim, var høvi til viðmerkingar og orðaskifti um framløgurnar.
Leila gestarøðari
Tey, sum stíla fyri í Sjálvstýrisflokkinum, høvdu eisini fingið ein gestarøðara at siga nøkur orð um økið, sum hon umboðar. Gestarøðari var Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu.
Leila røddi um vantandi javnstøðu í gerandisdegnum hjá fólki við breki, og hon lýsti eisini týdningin av, hvussu umráðandi tað er, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður samtyktur, staðfestur og fylgdur.
Eftir at gestarøðarin hevði havt sína áhugaverdu framløgu, høvdu fólk aftur høvi at gera viðmerkingar.
Nakað fyri fundarlok, varð fundarsamtyktin, sum ein trímannabólkur hevði arbeitt við, løgd fram og samtykt á landsfundinum.
Flokkurin viðrák
Góða valúrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum á seinasta løgtingsvali merkti formansfrágreiðingina hjá Kára P. Højgaard, og hann helt, at dyggi stuðulin kring landið hevur givið flokkinum nýggjan íblástur, viðrák og gott treysti til at flyta førningin longur fram á leið.
Formaðurin nam eisini við sjálvsstýrismál og segði, at skulu Føroyar gerast fullveldisríki, er tað í Føroyum, at fullveldi skal vinnast – og ikki aðrastaðni, sum hann tók til.
Kári vísti á, at Sjálvstýrisflokkurin uppundir seinasta løgtingsval lovaði Føroya fólki, at í hesum valskeiði verður neyðugt at raðfesta, tí fíggjarorka landsins er avmarkað.
Hann segði, at ovurstórar íløgur í undirstøðukervið við fleiri undirsjóvartunlum liggja fyri framman, samstundis sum neyðugt verður í enn størri mun enn áður at raðfesta skúla, útbúgving, mentan og gransking.
Kári segði, at tey sonevndu “bleytu” virðini eiga at fáa hægstu raðfesting í hesum valskeiði.
Formaður Sjálvstýrisfloksins vísti á, at afturhaldni floksins í sambandi við undirsjóvartunlar helst var ein orsøkin til, at flokkurin ongantíð varð boðin við til realitetssamráðingar um skipan av samgongu.
Nýggjur íblástur
Kári á Rógvi, sum er nýggi tingmaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, helt eina mergjaða, men eisini skemtiliga røðu á landsfundinum.
Hann rósti Kára P. Højgaard fyri at hava leitt flokkin úr einum aldudali og vísti á, at sitandi formaðurin soleiðis gjørdist eitt kolon í floksins søgu – heldur enn eitt punktum, sum hann skemtiliga, men tó so sigandi tók til.
Kári á Rógvi helt, at hóast flokkurin er í andstøðu, ber kortini til at fáa ávirkan – ikki minst tí, at smala samgongan eftir øllum at døma fer at fáa brúk fyri stuðli.
Nýggi løgtingsmaðurin segði seg vóna, at flokkurin soleiðis fer at fáa undirtøku fyri nøkrum av teimum málum, sum flokkurin fór til val uppá.
Hann duldi ikki fyri, at hann er ein av teimum innan flokkin sum ynskir, at Føroyar vinna longur fram á sjálvstýris-og sjálvbjargnisleið.
Positivur andi
Eftir framløguna hjá Kára á Rógvi, segði formaðurin í Unga Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, nøkur orð.
Hann vísti eitt nú á týdningin av, at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at ávirka keypivanar, soleiðis at fólk kunnu gerast meira bevíst um at velja tær umhvørvisvinarligu vørurnar
Jógvan Skorheim legði dent á umhvørvi í síni røðu.
Eftir framløgurnar var orðaskifti, og fleiri nýttu høvi at taka orðið. Lagið var gott, og fólk eru positiv og bjartskygd um gongdina, nú flokkurin stóð seg so væl á seinasta val og tvífaldaði umboðanina á tingi.
Vit fara at venda aftur til gestarøðaran, Leilu Solmunde, í aðrari grein á hesi opnu.