Við Rambler?inum inn í sjeytiárini

Í seinastu útgávu at limablaðnum hjá Føroya Ellisakførum hugleiðir Óla Jákup Rólantson um Ramblerbinin, sum var vanlig sjón í seksti og sjeytiárunum. Við loyvi frá høvundanum endurprenta vit hugleiðingarnar

Ó. J. Rólantsson


Spískar svartaskógvar. Ella gaggir. Terylenbuksir og nylonskjúrtu, reyða við svartari flipp. Fyrst Beatles-jakka, síðani leðurjakka. Tað var byrjanin. Skjótt komu svørtu Lee og Wrangler-buksirnar og sprøklutu skjúrturnar við teimum øgiligu pinsaflippunum úr týska Quelle-príslistanum. Og seinni komu Hazy og Hopo.

Nærum øll royktu. Prince, Cecil ella North State. Kings royktu tey bara í Havn. Vit royktu Prince í vikuskiftinum og Niemeyer ella Samson til dagligt. At hava Prince-pakka í ketildraktalummanum var óskikkur. Nærum skomm. Smiðjumenn, timburmenn, sveisarar og bilmekanikarar royktu bara ball til arbeiðis.

Soleiðis var henda tíðin. Tað var ikki enn vorðið so vandamikið at roykja, og flestu yvirlivdu ferðsluóhappini, hóast eingin vitsti, hvat trygdarbelti var.

Og so var tað Jóhannes Berg, sum í sekstiárunum hevði innflutt nakrar Rambler-bilar, sum um hesa tíðina byrjaðu at standa til sølu sum brúktir hyruvognar. Brúktir vóru teir, men eingin kláraði at fáa lívið av teimum. Hesum løgdu vit eftir. Classic, Rebel, Ambassador og Matador. Avgjørt einasti japsari, sum slapp upp í part, var Toyota Crown.

Ramblerin stóð fyri nøkrum heilt serligum í Eysturoyar mentanar- og siðsøgu í sjeytiárunum. Hann var meira enn nakar annar bilur hugnaklivin, sum flutti okkum ungu aftur og fram millum pylsuvognarnar, millum Glyvra Bio, dansistovuna á Strondum og sjónleikarhúsið í Fuglafirði, millum samkomuhúsini og til og frá arbeiði. Hann var eisini álitið, tá farið varð til Havnar, og Agnes Louise legði seg 45 gradir, tá hann varð heysaður umborð á Selatræ.

Hví vit vóru so hugtikin av hesum bili er eyðsæð. Hann sást aftur í landskapinum. Hann var sera vakur. Instrumentpanelið var meira stórtikið og flott enn á nøkrum øðrum bili.

Plássið var gott - tvey pør kundu sita og fjasa á baksetrinum í senn. Vit svóvu mangan í honum á stevnum kring landið. Í gamla 770?aranum mátti ein sova uppá tvørs, tí rygglenið kundi ikki leggjast niður. Rebellurin kundi leggja alt flatt, so tú fekst eina gigantiska tvey-dupultsong. Tann sekssylindraði rekkjumotorurin spann lystiliga, og bensinið var so mikið bíligt at spleysa til, at eingin hugsaði um at, 3.600 kubikk var í yvirkant.

Mobiltelefonin var ikki uppfunnin, men samskiftið var sera gott kortini. Nógvir høvdu sendarar í bilunum, CB. Tískil vitstu vit altíð, hvar tað hendi nakað, hoyrdu seinasta sleygið - og vit vitstu altíð, hvar politibilurin var. Sierra Foxtrot-numrini vóru eisini eitt bindilið til hitt kynið. Bilarnir sóu út sum tindasvín við langari millumbylgjuantennu, uppaftur longri sendaraantennu - og summir høvdu flaggstengur frammi á skerminum.

Og tá so FM-radio kom, kom sjálvandi ein antenna afturat. Og tokulyktir, tvær, tríggjar - onkur fýra. Einasti trupulleikin við sendarunum var, at bleiv nakað í ólagið, so máttu vit til Havnar at umvæla, tí tann einasti, ið dugdi tað, var Mikkjal á Húsabrúgv - og tað gjørdi hann væl og bíliga.

Elstu bilarnir høvdu plátuspælara - sokallaðar kraftblokkar, hetta navnið kom helst tí teir komu tá sildatíðin var í hæddini. Nakrir høvdu amerikonsku skipanina við teimum stóru 8 spors-bondunum, har tær vanliga vórðu stungnar niður í ella innyvir hitakanalirnar. Amerikansku bondini fløktust sera illa, eingin dugdi at umvæla spælararnar, so tað var eitt satt vælsignilsi, tá kasettuspælarin kom. Tann fyrsti í stereo meg minnist var ein Philips, sum megnaði at dríva rættiliga stórar hátalarar. Meg minnist ein, sum reypaði: - ?Eg havi keypt stereo - tað hevur tveir hátalarar!? Men hann átti bara ein Mazda 1500!

So var við meitli at høgga hol í armeringina undir bakrútinum og montera. Rúmklangurin og bassurin var øgiligur í tí stóra viðførisrúminum - Rebellurin hevði t.d. pláss til 13 ølkassar av tí gamla slagnum. Fimm veðurlomb lógu væl í viðførisrúminum í Classic?inum.

Og tað hóskaði væl við góðum ljóði, tí tá komu Hollies, Dave Clark Five, Monkies, Beach Boys og Swinging Blue Jeans í hæddina, og - fyri at tað ikki skal vera lygn: John Mogensen! Men hóast eingin bandspælari var, so høvdu vit altíð Radio Luxemburg, og tað ljóðaði slett ikki so galið í teimum formidablu AM-radionum frá AMC og GM.

Meg minnist sum stórur smádrongur, at stóribeiggi hitaði EP-pláturnar yvir einum kókandi ketli. Síðani varð plátan stungin inn í Lademann?s Store Dyreleksikon og eg settur omaná at kukkelúra í ævigheitir. Tá so plátan var kølnað var hon kanska nýtandi nakrar ferðir afturat. Fáir vegir vóru asfalteraðir tá, kraftblokkurin leyp illa um, pláturnar vóru sum sagt tær flestu vinskar, so tað var helst eitt satt undur at hoyra ein heilan sang av Hep Stars, Larry Finnegan, Søstrene Bjørklund, Harry Brandelius, Carl Jularbo ella Slim Whitman. Men víkiplássini tæntu sjálvandi eisini sínum endamálum!

Og so var tað liturin. Eitt kallaðu tey ?søldfjarðarbilar? í havn. Allir vóru tvílittir við løgnum litum, sum eingin hevði sæð fyrr. Frágreiðingin var einfaldari enn tey flestu hugsaðu sær. Rósing Rasmussen hevði verkstað í Søldarfirði, og lærlingarnir lakkeraðu bilarnar við restlakki úr einum ótali av blikkum, og tað var heilt tilvildarligt, hvussu liturin bleiv. Tann um

tað mesta av landinum kendi ?Trussureyði? var eitt sera gott dømi - pinklittur við lortabrúnum strípum!

Uttan mun til, hvat ein heldur um bilsniðið, og hvat onnur mettu um okkum, sum vuksu upp í hesum bilunum, so var Ramblerin ein sera týðandi táttur í okkra lívi. Hann var karmur um tað týdningarmesta tíðarskeiðið í uppvøkstrinum, frá drongi til mans. Og á ein hátt virkaði hann fyribyrgjandi, tí tá so mangir aðrir misnýttu tíðina til so mangt annað, so arbeiddu vit uppá bil. Men smádreingjalyndið, hesa óforkláriligu og naivu gleðina um hesar stóru bilarnar, tað sluppu vit ongatíð avaftur við. Men, sum vinmaðurin Sofus einaferð tók til, at um tað at gerast vaksin skuldi merkja, at vit góvust við at spæla við bilar - ja so vildi hann ikki blíva vaksin!

Júst so tungt vigar hetta tíðarskeið í okkara lívi, at flestu okkara ongantíð sleppa burturúr tí aftur.