Semja
?Tað var við ringum tannabiti, at vit skrivaðu undir, tí arbeiðsgevararnir hava avdúkað seg sjálvar sum orðloysingar.
Hóast tað eydnaðist at gera ein sáttmála, sum er søguligur, er Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, alt annað enn nøgd við semjuna, sum varð gjørd við arbeiðsgevararnar á Hotel Hafnia tíðliga mánamorgunin.
Tað var um hálvgum fimm tíðina mánamorgunin at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin, skrivaðu undir eitt uppskot, sum semingmsmenninir høvdu lagt fram .
Sostatt var verkfallið av, eftir at tað hevði vart í næstan tríggjar vikur.
Partarnir høvdu tá sitið á Hotel Hafnia síðani klokkan 11 leygarkvøldið og teir høvdu sostatt samráðst í næstan 30 tímar út í eitt, tá ið semjan fekst í lag.
Og sum skilst var talan um hart stríð og sera truplar samráðingar, har einki var greitt, fyrr enn í evstu løtu.
Nógv vónbrot
Ingeborg Vinther sigur at hon er alt annað enn nøgd við sáttmálan.
?Tað er nógv, sum vit eru vónbrotin av, sigur hon.
Hon sigur, at størsta vónbrotið er, at arbeiðsgevararnir lupu frá teimum semjum, sum vórðu fingnar í lag, áðrenn samráðingarnar slitnaðu.
Talan er eitt nú um semjuna, sum varð gjørd um tøkni, um ókeypis arbeiðsklæðir, um lærlingar og um setanarbrøv, sum ikki eru við í semingsuppskotinum, sum varð góðtikið.
?Sostatt lupu arbeiðsgevararnir frá sínum orði og tað er lítið sømiligt fyri teir. Men so vita vit tað og tað skal vera teimum seint gloymt, tí hetta fara vit sjálvsagt at minnast til eina aðru ferð, sigur formaðurin í Føroya arbeiðarafelag .
Hon fýlist eisini á leiklutin hjá semingsmonnunum í hesum sambandi.
?Tað er átaluvert, at teir tóku tað, sum semja var um, burturúr semingsuppskotinum. teirra uppgáva er at finna semju um tað, sum ósemja er um. Teirra uppgáva er ikki at broyta tað, sum semja er um, sigur hon.
Fleiri onnur krøv, sum tey høvdu lagt fyri Arbeiðsgevarafelagið, vórðu heldur ikki gingin á møti.
Annars gevur hon arbeiðsgevarunum skyldina av verkfallinum.
?Teir vildu ikki samráðast um tey krøv, vit høvdu lagt fram. Vit høvdu lagt krøvini fram við støði í tí sáttmála, vit høvdu. Men tað er átaluvert, at tað skuldi ganga so leingi, áðrenn arbeiðsgevararnir yvirhøvur vildu samráðast um okkara krøv.
?Tað var ikki, fyrrenn leygarkvøldið, at arbeiðsgevararnir vildu viðurkenna okkum hendan demokratiska rættin, sigur hon.
Fólk við royndum fáa meiri í løn
Tað, sum gjørdi, at tey kortini skrivaðu undir, var fyrst og fremst, at nú hava tey fingið aldursviðbøtur við í sáttmálan.
Tað hevur verið eitt hjartamál hjá fakfeløgunum at tey skulu fáa løn eftir starvsaldri, tí tey halda, at tað er órímiligt, at ein, sum lítlar, ella ongar royndir hevur í einum arbeiði, skal fáa líka góða løn, sum ein, ið hevur drúgvari royndir.
? Hetta var tí eitt heilt avgerandi mál fyri okkum at fáa við í sáttmálan, sigur Ingeborg Vinther. Nú, vit fingu ásetingarnar um starvsaldur við í sáttmálan, hava vit skrivað fakfelagssøgu, tí hetta hevur ikki verið við í nøkrum sáttmála hjá tímløntum yvirhøvur, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at nú hol er sett á málið um starvsaldur, er hetta nakað, sum kann verða útbygt í sáttmálanum so hvørt í komandi samráðingum.
Annars var eitt krav frá arbeiðsgevarunum, at alivinnan skuldi verða undantikin í framtíðini.
?Tvs, at ætlanin var at taka verjkfalsrættin frá einum parti av verkafólkinum, og tað kundi undir ongum umstøðum góðtakst. Men tað varð nógv tíð brúkt upp á at tað kravið afturvíst, sigur Ingeborg Vinther.