Viðvíkjandi sjúkraflutningsstarvsfólkunum í verkfalli

Mikumorgunin 10. februar bar útvarpið tey tíðindi, at tað er eitt prinsippmál fyri Lønardeildina, at sjúkraflutningsstarvsfólk skulu hava arbeiðsmannaløn. So er ikki. Semja hevur alla tíðina verið um at fáa sjúkraflutningsstarvsfólkini inn í lønartalvuna hjá Starvsmannafelagnum.

Semja er bara ikki um, hvar í talvuni, tey skulu vera. Millum annað hetta hava samráðingar verið um við Starvsmannafelagið síðan apríl í 2009.

Tann 1. oktober í 2006 var byrjanarlønin hjá einum sjúkraflutningsstarvsfólki 17.641 kr. um mánaðin, og endalønin 19.522. Eftirlønargjaldið er 10%.

Av ymsum grundum er einki broytt síðan 2006. Høvdu sjúkraflutningsstarvsfólkini fingið somu lønarhækking sum onnur hjá landinum hetta tíðarskeiðið, var byrjanarlønin í dag 19.276 og endalønin 21.332, treytað av at eftirlønargjaldið framhaldandi var 10%.

Tá ið lønir skulu samanberast, eigur eisini verða hugt eftir øðrum enn grundlønini. Eitt nú hava sjúkraflutningsstarvsfólk ásetingar um yvirtíð 50% og yvirtíð 100%, meðan onnur í heilsuverkinum bara hava yvirtíð 50%. Eisini hava sjúkraflutningsstarvsfólkini ásetingar um dýrari tilkallivaktartímar, bæði 50% eyka og 100% eyka.

Árslønirnar hjá sjúkraflutningsstarvsfólkunum í 2009 lógu millum 233.000 kr. og 375.000 kr., t.e. mánaðarløn millum 19.400 og 31.250. Miðalmánaðarlønin var 24.000 kr. Harumframt kemur eftirlønargjaldið, sum er 10% av grundlønini.

Skulu vit samanbera hesar lønir við lønir hjá øðrum, mugu vit hava í huga, at hetta eru 2006-lønir uttan nakrar sáttmálabundnar lønarhækkingar.

Lønarhækkingin hjá øðrum feløgum síðani 2006 hevur verið 3 ferðir 3 prosent. At Starvsmennafelagið nú krevur 18% lønarhækking heldur enn 9%, tað ger samráðingarnar rættiliga truplar.

12. februar 2010

Snorri Fjallsbak, stjóri, Fíggjarmálaráðið, Lønardeildin