Við dundurskotum punkteraðu Sabala og Jann heimaliðið í Hólmanum

Við 3-0 sigri á Eiði fór B36 fyri fimtu ferð á rað av vøllinum, uttan at fáa mál ímóti

Síðsta bríksl hevur verið í Hólmanum á Eiði. Máltavlan sigur, at B36 vann 3-0 ímóti EB/Streymi. Hetta er fimta ferðin á rað, at B36 fer av vøllinum við fullari úrtøku, og í hesum fimm dystunum er tað ikki eydnast mótstøðuliðunum at fáa bóltin í málið aftanfyri landsliðsmálverjan Mattias H. Lamhauge. B36 hevur vunnið hesar fimm dystirnar við samantalda málmuninum 13-0.

 

EB/Streymur hevur fyrr í ár tapt tvær ferðir ímóti B36. Tað ráddi í dag um at halda tørn so leingi, sum tað bar til, men tað eydnaðist ikki.

 

Tá ið eitt korter var farið, var B36 frammanfyri 2-0, og tað vóru vorðin sum mál í fyrra hálvleiki:

 

Eftir sending frá Símuni Sólheim sneiddi Valerijs Sabala seg leysan mitt fyri, og úr 25 metrum smekkaði hann til. Bólturin sigldi upp í nettakið aftanfyri Steven Van Dijk, sum í dag var aftur í EB/Streymamálinum, eftir at hann í gjár sat á beinkinum, tá ið 07 Vestur vann 3-0 í Fuglafirði.

 

Tað var longu í fjórða minutti, at Valerijs Sabala skoraði fyri 10. ferð í ár, og tá ið eitt korter var farið, varð støðan 2-0. Aftur var tað við fínum langskoti. B36 vann fríspark eitt vet í høgru, og úr 24 metrum smekkaði Jann J. Benjaminsen bóltin dygst inn við nærra stólpa. Hetta var onnur ferðin í ár, at Jann J. Benjaminsen var málskjútti. Fyrra ferðin var, tá ið B36 5. mai vann 4-0 í Trongisvági.

 

EB/Streymur vísti góðan hugburð, og heimaliðið var fleiri ferðir í góðum støðum. Tað eydnaðist tó ikki at skora. Ein av orsøkunum var, at Mattias H. Lamhauge, landsliðsmálverjin, var stinnur millum B36 stólparnar.

 

Átta minuttir undan leikloki avloysti Hannes Agnarsson Valerijs Sabala, og lítla løtu seinni staðfesti hann 3-0 sigurin, tá ið hann eftir sending frá Bjarka C. Nielsen rann seg leysan og eitt sindur úr vinstru setti bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.

 

B36 er á øðrum plássi við 52 stigum. Tað eru fimm stig aftur til HB, sum hevur spælt ein dyst færri, og sum týskvøldið fær vitjan av Víkingi. Um eina viku verður grannauppgerð í Gundadali.

 

EB/Streymur er á sætta plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig aftur til B68, sum í morgin fer til Klaksvíkar. Um eina viku hittast B68 og EB/Streymur á Svangaskarði.