Við eitt sindur av politskum vilja verður málið loyst

sindur av politiskum vilja frá báðum síðum, átti at borið til at funnið eina loysn sigur Antony Layden, limur í bretsku nevndini, ið samráðist við føroyingar um markið

-Báðir partar ynskja eina samráðingarloysn, og eg síggi fram til at síggja, hvat Árni Olafsson hevur við sær í skjáttuni til London hesaferð.

Hetta sigur leiðarin í bretsku nevndini, sum samráðist við føroyingar um markið, Frank Berman í sambandi við, at eitt nýtt samráðingarumfar verður í London í dag.

Hetta er annar fundurin Frank Berman er við til, síðani hann tók við eftir David Andersson. Tann broyting er so eisini hend, síðani bretar skiftu samráðingarleiðara, at Bretland hevur fingið eina nýggja stjórn.

Vit spurdu Frank Berman, um tað er stjórnarskiftið, sum hevur ávirkað seinasta útspælið frá bretskari síðu! Hann sigur, at tað er ikki hansara uppgáva sum professionellur diplomatur at gera viðmerking til politikkin hjá hesi stjórnini við at samanbera hann við politikkin hjá tí undanfarnu stjórnini.

-Eg kann bert siga, at bretska støðan í samráðingunum hevur verið misskilt nakað í Føroyum eftir tí eg havi frætt um almennu viðmerkingarnar, sum hava verið. Eg vóni tó , at føroyingar skilja sakligu støðutakan okkara í hesum máli. Vit eru tvey vinarliga sinnað lond við langari søgu og sambandi. Ætlanin er at loysa hetta málið við samráðingum millum vinir.


Ynski ikki at møta Olafsson í Haag

Frank Berman vísir á, at samráðingarnar eru komnir á eitt vegamót, har tað verður løgd øll orka í at finna fram til, um tað ber til at loysa málið við samráðingum.

Hvat viðvíkur møguleikanum fyri, at málið kortini endar í Haag sigur Frank Berman, at honum hevði dámt honum stak illa at skula møtt Árna Olafsson við Haagdómstólin. Vónandi kemur tað ikki hartil.

-Vit vilja hava eina samráðingarloysn, og eg havi alla grund til at halda, at hetta er tað, sum føroyingar eisini ynskja.

-Kunnu vit vænta eina loysn innan fyri eitt ár?

-Vit mugu bíða og síggja, hvat hendir. Eg kann bert siga, at meiri ferð verður sett á samráðingarnar og vit gera alt fyri, at tað skal ganga skjótari. Eg dugi eisini at skilja á føroyingum, at tit eru í ferð við at fyrireika eina útbjóðing, og at tit tí síggja fram til eina skjóta loysn á marknaspurninginum, sum er væl skiljandi.

Uppá fyrispurning um ikki bretski oljuídnaðurin leggur stórt trýst á bretsku stjórnina at fáa loyst málið sigur Frank Berman, at oljuídnaðurin hevur stóran áhuga fyri øllum hesum økinum og vil tískil hava báðar stjórninar at gera alt fyri at finna eina loysn.

-Er tað hugsandi, at uttanríkisráðið, sum stendur fyri samráðingunum, hevur eina aðra støðu til samráðingargongdina enn td. DTI, handils- og ídnaðarmálaráðið?

-Vit samskipa altíð okkara politikk. Soleiðis arbeiðir bretska stjórnin.

-Merkja tit tó ikki eitt ávíst trýst frá DTI um at fáa hetta málið loyst her og nú, tá hugsað verður um áhugan hjá oljuídnaðinum fyri økinum, sum er partur av hesi konfliktini - ósemjuni?

-Her er ikki talan um nakað trýst. Allir partar her vilja hava eina loysn á málinum. Annars meta vit hetta ikki sum eina konflikt. Hetta er eitt mál, sum hevur verið á dagskránni í langa tíð og sum vit mugu loysa í sátt og semju.

-Hvat nýtt innihald hevur Frank Berman at geva samráðingunum í mun til undanmannin David Andersson!

-Vit byggja á tað, sum hevur verið frammanundan.

Frank Berman hevur ikki hug til at gera nærri viðmerkingar til, hví bretar bráddliga vilja tosa um eina miðlinju men sigur bert, at talan er um at finna eina praktiska loysn á málinum, sum báðir partar kunnu góðtaka. Uppá fyrispurning hví teir ikki vilja góðtaka miðlinju sum undirgrundarmark, tá teir hava góðtikið hana sum fiskimark sigur Frank Berman, at verður hugt eftir øðrum marknamálum ymsa staðni í verðini, so sær ein, at tað hava verið brúktar nógvir ymsir hættir at finna eina loysn.

Frank Berman sigur annars, at bretska stjórnin sær fegin, at tað verður ein samráðingarloysn av málinum. Men tá má so verða ein loysn, sum endurspeglar tjóðskaparligu áhugamálini hjá Bretlandi og eisini sjálvandi tey føroysku áhugamálini.


Vent í holuni

Sosialurin hevur eisini fingið orð á ein av limunum í bretsku samráðingarnevndini, Antony Layden, sum í dag er ein av ovastu embætismonnunum í bretska uttanríkisráðnum. Hann hevur áður verið ein av oddamonnunum á bretsku sendistovuni í Danmark.

Antony Layden hevur verið við í samráðingunum mest sum øll árini. Í samrøðu við Sosialin fyri góðum ári síðani segði Antony Layden, at bretar fóru ikki at góðkenna eina miðlinju sum undirgrundarmark.

Nú er tó vent í holuni og kunngjørdi bretska nevndin á seinasta fundinum, at hon nú er sinnað at samráðast út frá eini ella aðrari miðlinjuloysn.

Antony Layden sigur seg vera sera spentan um, hvat føroyski samráðingarleiðarin hevur við sær til fundin í London í dag. Nú bretar spældu út við einum nýggjum uppskoti á seinasta fundinum í Danmark í juli er bólturin nú hjá føroyingum.

Hann sigur, at teir gjørdu týðandi framstig á seinasta fundinum og váttar, at uppskotið teir tá løgdu fram líkist nógv eini miðlinju.

-Hvussu ber tað til, at tit hava dragið í land og nú vilja tosa um eina ella aðra miðlinju, sum jú víkir heilt nógv frá tykkara upprunaliga kravi?

-Eg fari ikki út í smálutir nú og vil heldur bíða til eftir samráðingarnar hósdagin. Men vit fara til samráðingarborðið við einum konstruktivum og góðum vilja, og eg eri sjálvur sera bjartskygdur um úrslitið.

Hann heldur annars ikki, at tað er so nógv, sum skilur partarnar í løtuni, og at tað tí átti at verið møguligt - við eitt sindur av politiskum vilja frá báðum síðum - at loyst málið ella sum hann málber seg ?to bridge the gap?.

Sosialurin skilur annars, at tað fyribils er avtalaður fundur í Havn í november mánað.