Við Hjálp frá góðum fólki

Síðani sendingin “Við hjálp frá góðum fólki” varð víst í sjónvarpinum í síðstu viku, hava sosialu miðlarnir verið á tremur við viðmerkingum um støðuna hjá støkum uppihaldarum í Føroyum.

 

Eisini vit politikarar hava verið íðin á sosialu miðlunum og markerað okkum, onkur av okkum í forsvarsstøðu og onnur í áleyparastøðu, alt um man er í andstøðu ella samgongu, men veruleikin er tann, at ongin av hesum støðunum hjálpa hesum fólkum, ið eru illa fyri.

 

Ikki tí at sendingin gav okkum nakra nýggja vitan um viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum, men samrøðurnar við støku mammurnar og børn teirra lýsti væl gerandisdagin hjá nógvum støkum uppihaldarum í okkara samfelag, hvussu hesi  kempa fyri at fáa endarnar at hanga saman.

 

 

 

Politikarar fáa toyggið

Eftir sendingina hevur politiski myndugleikin fingið toyggið um, hví onki er gjørt. Tað er í ordan, onkur skal fáa toyggið, og vit taka gleðiliga okkara part av kritikkinum, tí givið er, at tað eru viðurskifti, ið kundu verið gjørd betur og øðrvísi.

Vit politikarar eru ikki nøkur offur í hesum samanhangi, men vald til tess at gera tað liviligt fyri allar borgarar í landinum, og so er eisini í hesum málinum.

Men veruleikin er tann, at politiski myndugleikin eigur ikki aleina leggjast til last fyri viðurskiftini. Um hendan uppgávan skal lyftast, mugu fleiri vera við til at lyfta byrðarnar, og hvør má kenna sína ábyrgd; landið, kommunur, fakfeløg og felagsskapir annars, og hesi mugu í felag bøta um viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum og hart sperdum barnafamiljum í Føroyum.

 

 

Fátækramarkið

Í 2013 varð arbeiðsbólkur settur til tess at áseta eitt føroyskt fátækramark, og í 2014 varð álitið “Eitt føroyskt fátækramark” handað landsstýrinum. Endamálið við hesum arbeiðinum var nettupp at koma fram til, hvat tað vil siga at vera fátækur og at eyðmerkja hvørjir samfelagsbólkar, ið eru í serligum fátækraváða. Við øðrum orðum skuldi eitt fátækramark, varpa ljós á fátækradømi og sum skuldi geva okkum betri amboð og vitan til tess at loysa fátækradømi og seta inn har, neyðin var størst.

 

Arbeiðsbólkurin defineraði fátækradømi soleiðis:

“at vera varandi avmarkaður frá at liva eitt lív við teimum materiellu ressursunum, sum eru í tráð við alment aksepterað livikor og lívshátt og ikki hava møguleika fyri sjálvur at koma sær úr støðuni”

 

Føroyska fátækramarkið varð ásett til at vera 60 % av miðinntøkuni, sum eisini er eitt mark, sum Hagstovan brúkar til at meta um hvør livir á fátækraváða. Orsøkin til, at tað bleiv 60 % og ikki 50 %, sum i okkara grannalondum, er orsakað av høga kostnaðarstøðinum í Føroyum.

Mánaðarligu upphæddirnar, sum áseta fátækramarkið í Føroyum, vóru í 2013:

 

Støk

9.796

Par uttan børn

14.770

Støk við einum barni

12.800

Støk við tveimum børnum

15.754

Par við tveimum børnum

20.677

Par við 4 børnum

26.585

Stakur fólkapensjónistur

9.796

Par fólkapensjónistar

14.770

 

 

Tað er onki at ivast í, at tað at vera fátækur er ein vanlukkulig støða, og man kann frá tíð til aðra koma undir markið, og harvið í eina fíggjarliga trongstøðu. Men fyri, at tað skal fáa álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og familjuna skal inntøkan liggja lægri enn 60 % av miðinntøkuni í 3 ár á rað sambært arbeiðsbólkinum.

Tó vísir gransking, at sjálvt stuttíðarfátækradømi kann fáa alvarsligar avleiðingar um talan er um børn.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at tað serliga vóru stakir uppihaldarar í vóru í einari fíggjarligari trongstøðu og fólk í láglønaryrki á arbeiðsmarknaðinum.

 

Vit kunnu staðfesta, at teir batar, ið eru framdir á økinum, hava mest sum allir verið rættaðir móti støkum uppihaldarum við børnum

 

Batar til frama fyri stakir uppihaldarar

Tá ið broytingar vóru gjørdar í forsorgarlógini, og farið var frá tørvsmettum veitingum til fastar veitingar valdu vit at raðfesta støk við børnum fram um onnur, og fáa hesi hægstu forsorgarveitingar í dag.

 

Eitt dømi um eina staka mammu við 2 børnum í dag fær, um hon býr í Tórshavn kr. 16.200 eftir skatt at liva fyri um mánaðin. Hetta er sjálvsagt íroknað barnaískoyti, barnafrádrátt og barnapengar. Hendan upphæddin liggur sostatt yvir føroyska fátækramarkið.

 

Tað, sum var umráðandi, tá vit løgdu veitingarnar um til fastar veitingar var at forsorgarveitingarnar lógu undir lægstu lønini á arbeiðsmarknaðinum, tí tað nettupp skal loysa seg at vera á arbeiðsmarknaðinum. Tað má tað til eina og hvørja tíð, tí annars hongur okkara samfelag ikki saman. Hvussu lønirnar eru á arbeiðsmarknaðinum er tó altíð ein samráðingarspurningur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Harumframt varð barnaískoytið til stakar uppihaldarar hækkað úr 6600 uppí 10.000 skattafrítt pr  barn um árið í fjør og barnafrádrátturin, landsins partur varð hækkaður úr 5.500 upp í 6.500 árliga fyrst í hesum samgonguskeiðnum. Skipanin um fíggjarligt frípláss, sum í dag er við til at halda fólk í eini láglønarstøðu skal broytast. Hendan kunngerðin er í løtuni til hoyringar hjá kommununum og klár at seta í gildi. 

 

Støðan i Føroyum í mun til grannalondini

Vit fáa javnan at vita, at støðan í Føroyum er verri enn í okkara grannalondum, tá tað umræður stakar uppihaldarar. Hetta kom eisini fram í sendingini ”Við hjálp frá góðum fólki”. Tað er tó ein sannroynd, at skipanirnar líkjast rættiliga nógv teimum, sum okkara grannalond hava, og vit standa ikki aftanfyri okkara grannalond:

 

Barnastuðul til stakar uppihaldarar 2013 umroknað til dkk

 

Danmark*

Føroyar

Finnland

Ísland**

Norra

Svøríki

1 barn

24.076

19.144

13.656

15.125

22.116

10.866

2 børn

39.976

38.288

28.288

28.162

36.024

23.285

3 børn

55.876

57.432

45.765

41.200

44.232

38.849

* Í donsku dømunum er yngsta barnið 5 ár. Er yngsta barnið 0-2 ár, skulu upphæddirnar hækkast við 3.682 kr.

** Í Íslandi er barnastuðulin tengdur at inntøku. Í døminum er gingið út frá miðal inntøku

Umroknað er við miðal gjaldoyrakursi 2013 sbrt. danska tjóðbankanum

 

Í Føroyum er sostatt talan um barnafrádrátt í skattinum og veitingina “barnaískoyti til stakar uppihaldarar”.

Barnafrádrátturin í Føroyum er ymiskur frá kommunu til kommunu. Hetta er ikki galdandi í hinum londunum, har stuðulin ikki er tengdur at bústaðarkommunu. Í talvuni omanfyri eru føroysku upphæddirnar við miðal kommunalum barnafrádrátti. Munurin millum kommunurnar við lægsta og hægsta barnafrádráttinum er 7.000 kr. um árið pr. barn.

Er føroyska dømið í talvuni omanfyri í t.d. Tórshavnar kommunu er upphæddin

1 barn 21.088 kr.

2 børn 42.176 kr.

3 børn 63.264 kr.

 

Mær vitandi hava hini norðurlondunum ikki framt broytingar ella hækkingar av stuðulsveitingunum í mun til 2013, meðan vit í Føroyum hava hækkað barnaískoytið til stakar uppihaldarar við umleið 3.400 kr. pr. barn um árið.

 

 

Í mun til talvuna omanfyri eru føroyska upphæddin við 3 børnum í 2015 sostatt umleið 67.700 kr., meðan upphæddin í Tórshavnar kommunu er umleið 73.500 kr.

 

 

Hini norðurlondini hava í ein ávísan mun valt at stuðla støkum uppihaldarum umvegis bústaðarstuðul. Bústaðarstuðul verður veittur til fólk, sum búgva í leigubústaði, og er stuðulin vanliga tengdur at húskisinntøku, bústaðarútreiðslu, tal av børnum o.a. Bústaðarstuðul er individuelt ásettur, og er tí ikki tikin við í talvuna omanfyri.

 

Hvat eigur at vera gjørt

Sum nevnt omanfyri eru tað fleiri leikarar, ið eiga at traðka fram og taka ábyrgd. Umframt landið, er tað kommunur, fakfeløg og felagsskapir, ið eiga at vera við til at lyfta ovurstóru uppgávuna. Hóast batar eru gjørdir, hvat viðvíkur stuðulspartin eiga vit at fáa:

 

1: Gongd má koma á at fáa bíligari bústaðir. Um hetta ikki ber til, eiga vit at umhugsa eina skipan við bústaðarstuðul. Vandi við hesum síðsta kann vera, at leiguprísirnir bara fara enn longri upp, og so er lítið vunnið

2: Skipanin við fíggjarligum fríplássi skal broytast. Hendan er liðug, og bíðað verður eftir kommunurnar samtykki. Í dag er skipanin við til at halda eitt nú lág og miðallønt i einari fátækrafellu, tí tað ikki loysir seg at arbeiða.

3: Skattalætti til lág og miðallønt

4: Hægri lønir til lág og miðallønt

5: Ítróttarfelagsskapir kunnu gera mun, og rós til B36 fyri at geva sítt samfelags íkast.

6: Lægri kostnarðarstøði.

 

Tað var við stórari eyðmýgd, at eg fyri 4 árum síðani tók við sessinum sum almannamálaráðharri. Hendan tíðin hevur verið sera avbjóðandi, men samstundis lærurík menniskjaliga. At umsita almannamál kann vera bæði sárbært og viðkvæmt, tí tú nertir við hvønn krók í føroyska samfelagnum, og tíverri stendur ikki líka væl til allastaðni.

Eg má ásanna, at man mangan kennir seg ótilstrekkiligan, tí lagnurnar eru so mangar og samansettar,og hjálpin trupul at veita, og tað skal vera mítt ynski og vón, at vit megna at gera tað liviligt hjá mongum sum til ber í Føroyum.

 

Annika Olsen

Landsstýriskvinna í almannamálum