Við mínum drúgvu royndum - bæði politiskt og vinnuliga - og hesum hjartamálum, vil eg bjóða meg fram at verða títt umboð á Fólkatingi:


• Markaforðingar skulu burturbeinast - tað skal vera lætt og smidligt at virka og vinna millum Ríkispartarnar.

• Menning av heilsusamstarvinum millum Føroyar og Danmark.

• Styrkja rættindi hjá lesandi, sum velja at útbúgva seg Danmark og í øðrum londum.

• Styrkja fíggjarlig og sosial kor hjá lesandi føroyingum I Danmark, t.d. R-frádráttur.

• Arbeiða fyri at fáa fígging til ein Suðuroyartunnil, um landsstýrið ynskir tað, við lægstu rentu umvegis statskassan evt. sum statslán.

• Vit skulu vera við at taka tær trygdarpolitisku avgerðirnar, tá tað snýr seg um føroysk viðurskifti og okkara Øki.

• Fokus skal setast á vinnuligar samstarvsmøguleikar og granskingarsamstørv, ein norðuratlantiskur havngranskingardepil skal setast á dagskrá við sæti í Føroyum.

• Kriminalforsorgin Føroyum skal raðfestast og avtalan um nýtt fongsul skal haldast.

• Dagføra KT-skipanina og uppraðfesta manningina hjá løgregluni í Føroyum.

 



Set tí X við Johan Dahl 24 marts

 

Sambandsflokkurin

 

Gott val, øll somul!