Saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur Føroyar lesa út bókina Tóra og Sigga og Sára saman við eini samrøðuvegleiðing. Bókin er sera væl egnað samrøðulesibók at tosa um vinaløg – heima og í barnagarðinum. Allir dagstovnar í Føroyum, sum hava børn í barnagarðsaldri, fáa tvey eintøk av bókini ókeypis saman við vegleiðingini.
Les eisini: Myndabøkur í gerandisdegnum
Endamálið við samrøðulesing er, at barnið er virkið í lesingini og luttekur saman við upplesaranum, og at tey saman tosa um myndir, tekst og orð. Ágóðarnir við samrøðulesing eru eitt nú, at barnið:
hoyrir ljóðini í orðunum
fær eina fatan av, hvussu ljóð og orð eru bygd upp
hoyrir nýggj orð, fyribrigdi og hugtøk
verður varugt við skriftmálið
fær nærveru og uppmerksemi frá einum vaksnum
og sjálvandi hoyrir eina góða søgu
Lesiløtan styrkir tískil bæði mál, kognitivu førleikarnar, so sum minni og uppmerksemi, og trivnaðin og hugsavnanina. Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tú lesur, men hvussu tú lesur. Sjálvt lítil børn undir eitt ár hava gagn av lesiløtuni.
Les eisini: Tað snýr seg um orðfeingi og nærværu
Tóra og Sigga og Sára er dømi um góða samrøðubók ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár. Í vegleiðingini eru góð ráð um, hvussu tú kanst fáa eina góða lesiløtu saman við børnunum. Hesi hugskotini og hátturin at lesa uppá kann nýtast í nógvum øðrum bókum, og hetta er bara íblástur til, hvussu vit kunnu lesa við børnum. Vegleiðingin kann eisini takast niður her.
Marie Norin og Emma Adbåge hava skrivað bókina, og Sissal M. Rasmussen hevur skrivað bóklingin til samrøðulesingina.