Viðareiði eigur nettoogn á 4,4 miljónir krónur

Á bygdarráðsfundi síðst í mai varð roknskapurin hjá Viðareiðis kommunu fyri árið 2021 viðgjørdur og samtyktur. 

- Vit høvdu inntøkur í 2021 á 17,7 miljónir krónur. Hetta er 274.000 krónur minni enn mett, tá fíggjarætlanin fyri 2021 varð samtykt, og serliga var tað partafelagsskatturin, ið var lægri enn mettur.

 

Tað siga tey í Viðareiðis kommunu á síni heimasíðu.

 

Í 2021 gjørdi kommunan íløgur fyri tilsamans 4,9 miljónir krónur, harav størsti parturin fór til økið, teknisk mál og kommunalt virki.

 

- Hetta sæst serliga aftur við, at nýtt asfalt er lagt á vegirnar, og at nýggjur brimgarður í Eiðsvík tekur skap.

 

Raksturin hjá Viðareiðis kommunu í 2021 kostaði 14,3 miljónir krónur, og hetta er 666.000 krónur minni enn menn, tá fíggjarætlanin fyri 2021 varð samtykt.

 

- Umframt kommunala raksturin, er Viðareiðis kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum. Hesi eru eitt nú Norðoya Bú- og Heimatænasta, Barnaverndartænastan og Hvannasunds havn.

 

Í 2021 kostaði eldraøkið Viðareiðis kommunu 4 miljónir sammett við 3,4 miljónir í 2020. Samstarvið við barnaverndartænastuna í Norðoyggjum kostaði kommununi 493.000 krónur í 2021 sammet við 522.000 krónur í 2020. 

 

Viðareiðis kommuna rindaði 1,172 miljónir krónur til afturgjalding av lánum í 2021. Tað merkir, at við árslok 2021 var nettoognin hjá kommununi stívliga 4,4 miljónir, sum svarar til umleið 12.600 krónur fyri hvønn íbúgva.