VIDEO: Mál og upplegg hjá Eliasi í European League

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum THW Kiel-Melsungen 35-24 (20-13)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu millumbólk 3 í EHF European League. Teir staðfestu bólkasigurin í millumbólki 3 við stórsigri á heimavølli 35-24 (20-13) móti Melsungen, ið annars er oddalið í bundesliguni.

 

Elias var toppskjútti hjá Kiel við níggu málum. Hann skoraði átta mál í fyrra hálvleiki. Sum vant var Elias eisini við í uppspælinum til onnur mál hjá Kiel.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 1:26 minuttir sæst Elias við nummar 71 á rygginum skjóta eitt mál við einum góðum gjøgnumbroti. Elias sæst eisini í samandráttinum leggja upp til mál og vera við í uppspælinum til onnur mál:

 

##med2##