Sambært CNN hevur amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, nú góðkent at lata langtberandi Tomahawk-rakettir til Ukraina.
Hetta er gjørt sambært CNN eftir, at niðurstøðan í Pentagon er, at hetta ikki fer at gera amerikansku vápnagoymslurnar veikari.
Endaliga avgerðin um at lata Ukraina hesar rakettir liggur hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Sagt verður, at CNN endurgevur amerikansk og evropeisk embætisfólk, sum hava kunnleika um málið.
Fyrr í oktober var amerikanski forsetin ikki serliga positivur í spurninginum um at lata Ukraina Tomahawk-rakettir.
Donald Trump vísti á, at USA neyvan kann lata hesar rakettir, tí landið hevur brúk fyri teimum til egna verju.
Hetta hevði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eisini fingið at vita frá forsetanum fyri stongdum hurðum, sum tikið verður til.
##med2##
Sambært CNN hevur Pentagon higartil ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um, at USA kann lata Ukraina Tomahawk-rakettir.
Tomahawk eru langtberandi rakettir, sum kunnu raka mál langt inni í Russlandi, eitt nú í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.












