VIDEO: Aftur full spælitíð til Ára í enn einum tapi

(Video) Sandnes ULF tapti móti greiða oddaliðnum í næstbestu norsku deildini, Aalesund á heimavølli í dag

Ári Mohr Jónsson spældi aftur allan dystin fyri lið sítt, Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. Ári Mohr Jónsson hevur nú spælt tveir dystir á rað fulla tíð fyri Sandnes ULF, men báðir eru tíverri endaðir við tapi.

Í dag tók Sandnes ULF móti Aalesund á heimavølli. Frammanfyri 1.352 áskoðarum tapti Sandnes ULF 1-2 móti greiða oddaliðnum, Aalesund.

Sandnes ULF spældi væl fyrra partin av seinna hálvleiki sambært heimasíðu felagsins. Tað var eisini tá tað eydnaðist at javna til 1-1.

Komandi sunnudag spælir Sandnes ULF á útivølli móti Sandefjord.

Sandnes ULF-Aalesund 1-2 (0-1)

0-1: (13) Sondre Fet
1-1 (53) Khaci
1-2 (73) Torbjørn Agdestein

Her ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum millum Sandnes ULF og Aalesund:

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=938352&amp;mediaId=80901368-00090097-510b17ad&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>

 

 

Støðan:

Nr.
1.Aalesund19 dystir162140:1550 stig
2.Sandefjord19125231:1941
3.Start19123434:2039
4.KFUM Oslo1995541:3132
5.Raufoss19101834:3631
6.Sogndal1993737:2930
7.Kongsvinger1993722:2230
8.Nest-Sotra1985628:2128
9.Ullensaker/Kisa1973934:3024
10.Sandnes ULF2065930:3123
11.Jerv1958625:3223
12.Ham-Kam1855820:2520
13.Skeid1937921:2716
14.Strømmen1937920:3015
15.Notodden19421323:3614
16.Tromsdalen19121621:575