Liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm vann seg trygt víðari í svensku steypakappingini.
AIK spældi í kvøld dyst á útivølli móti Hudiksvall úr fjórðbestu fótbóltsdeildini. 1.800 áskoðarar vóru til dystin, ið var ein stórhending í Hudiksvall, ið hevur 15.000 íbúgvar
Hudiksvall megnaði at halda tætt til 35 minuttir vóru farnir. AIK var bert á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki lá munandi betri fyri hjá stokkhólmarunum, ið at enda vunnu stórsigur 7-0.
Komandi sunnudag klokkan 15.30 spælir AIK dyst á útivølli í bestu deildini móti Degerfors. Fram til kappingarendan 9. november fer AIK at stríðast fyri at enda í topp-3, og harvið tryggja sær evropeiskan fótbólt komandi ár.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Hudiksvall-AIK Stockholm 0-7 (0-1):
##med2##