Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 80 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim høvdu torføran dyst á útivølli móti greiða oddaliðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Lillestrøm.
Dysturin á Åråsen leikvøllinum endaði við 2-1 sigri til Lillestrøm. Tá ein hálvur tími var leiktur legði Lillestrøm seg á odda 1-0. Seinni hálvleikur var bert seks minuttir gamal, tá Áki við ein sera góðum hornasparksbólti fann pannuna hjá Tage Bjørdal Haukeberg, ið stútaði bóltin í netið til 1-1. Tíverri tóku liðfelagarnir hjá Áka ikki av, tá hann í øðrum støðum hegnisliga spældi bóltin til teir í góðum støðum. Lillestrøm skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Áki hevur í 26 dystum skotið 10 mál, og hann hevur eisini lagt upp til níggju mál.
Ranheim er nummar sjey í deildini við 42 stigum. Teir eru tvey stig frá sætta plássinum, ið gevur rættin at spæla Play Off dystir um uppflyting. Lyn Oslo hevur 44 stig á sætta plássinum.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Ranheim dyst á heimavølli móti Skeid Oslo.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lillestrøm-Ranheim 2-1 (1-0):
##med2##











