Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnar í Hellas Verona høvdu ein góðan javnleik í pottinum í útidystinum í Seriu A móti Parma.
Men tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Mateo Pellegrino hjá Parma sigursmálið til 2-1.
Parma legði seg á odda longu í fjórða minutti av dystinum, og sjey minuttir seinni fekk Hellas Verona Gift Orban riknan av vøllinum, og so máttu Andrias og liðfelagarnir stríðast í 80 minuttir pluss tað leysa við 10 leikarum móti 11.
Abdou Harroui javnaði fyri Hellas Verona til 1-1 við einum brotssparki stutt undan steðginum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##











