Daniel Johansen venur í hesum døgum við FC Fredericia, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Tað er bold.dk, sum siterar Fredericia Dagblad.
23 ára gamli vinstri bakkurin, sum hevur verið rundanum føroyska A-landsliðið seinastu árini, hevur fyrr í ár verið til royndarvenjing hjá AC Horsens og Jens Berthel Askou.
Ígjár fekk Daniel Johansen møguleikan móti superliguliðnum OB á útivølli. Fredericia tapti 1-2. Daniel Johansen skoraði málið hjá Fredericia aftaná eitt væl spælt álop.
OB – FC Fredericia 2-1 (1-0)
1-0 Jakob Breum (31.)
2-0 Sander Svendsen (55.)
2-1 Daniel Johansen (65.)
Daniel fær møguleikan aftur í morgin klokkan 11, tá FC Fredericia á heimavølli spælir venjingardyst móti Næsby.
FC Fredericia liggur fimtfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 32 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Helsingør.
Her ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum OB og FC Fredericia:
##med2##