VIDEO: Soleiðis koppaði Füchse Berlin verandi meistarunum

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Magdeburg-Füchse Berlin 30-33 (15-17)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin fingu fríggjakvøldið eitt rimmar úrslit í týsku bundesliguni.

Tað eydnaðist berlinarunum á útivølli at vinna 33-30 á verandi meistarunum, Magdeburg. Füchse Berlin var á odda 17-15 í steðginum.

Hákun skoraði trý mál upp á fýra málmøguleikar, og hann legði eisini upp til eitt mál.

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Hákun sæst við nummar 34 á rygginum: