Video: Danir grótu av gleði

(Video) Danski landsliðsvenjarin, Klavs Bruun Jørgensen græt av gleði um vunnað EM-hálvfinaluplássið

Danska kvinnulandsliðið, sum var heimsins besta landslið báðumegin aldarskiftið er loksins í einari EM-hálvfinalu aftur.

 

Hetta gjørdist veruleiki, tá donsku kvinnurnar fyrr í kvøld vunnu 21-17 á Rumenia. Í steðginum var Danmark á odda 12-10. Anne Mette Hansen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við níggju málum. Sandra Toft í danska málinum gjørdi sítt við at bjarga 15 av 30 møguligum rumenskum royndum. Tað eydnaðist eisini danska liðnum at halda rumenska stórleikaranum, Christinu Neagu niðri á trimum málum.

 

Danmark møtir Niðurlondum í hálvfinaluni, sum verður spæld fríggjadagin klokkan 17.15.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj danska landsliðsvenjaran, Klavs Brunn Jørgensen gráta av gleði, tá Anne Mette Hansen skorar til 21-15, og tað var greitt, at Danmark sleppur at spæla EM-hálvfinalu í Scandinavium í Göteborg í Svøríki fríggjadagin.