Danmark og Russland møttust í millumbólki 2 í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Svøríki í hesum døgum.
Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Í steðginum var Danmark á odda 13-11. Danmark kann kortini brúka javnleikin, tí vinna tær donsku kvinnurnar á Rumenia í annaðkvøld, so verður tað Danmark, sum fylgir Noreg í hálvfinaluna.
Noreg hevur átta stig, Rumenia hevur seks stig, og Danmark hevur fimm stig. Russland hevur trý stig, Kekkia hevur tvey stig, meðan Ungarn framvegis einki stig hevur. Øll liðini hava leikt fýra av fimm møguligum dystum.
Danmark spælir tann alt avgerandi dystin ímóti Rumenia klokkan 17.30 í morgin.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Stine Jørgensen, sum gjørdist toppskjútti hjá Danmark við sjey málum skora eitt vakurt mál við einum dundurskoti.