VIDEO: Danmark vann á Noregi og tryggjaði sær oddasessin (EM)

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Noreg – Danmark 29-31 (13-12)

Hetta hevur verið ein heilt serligur dagur fyri donsku hondbóltskvinnurnar í EM-millumbólki 1. 

 

Fyrr í dag fekk Danmark vissu fyri einari EM-hálvfinalu, tá Ungarn vann 29-25 (14-14) á Slovenia.

 

Nú var bara dysturin um 1. plássið og at sleppa undan at møta Fraklandi í hálvfinaluni. Dysturin var móti Noregi, ið Danmark ikki hevði vunnið á í 16 dystum á rað.

 

Men í kvøld bragdaði. Danmark vann ein minniligan 31-29 sigur á Noregi, ið var á odda 13-12 í steðginum. Sandra Toft í danska málinum gjørdi stóran mun.

 

Úrslitið merkir, at Danmark tekur fyrsta plássið og skal møta Montenegro í hálvfinaluni, meðan Noreg skal spæla torføra hálvfinalu móti fronsku favorittunum. 

 

Svøríki vann 31-27 (17-11) á Kroatia, og skal spæla um 5. plássið móti Niðurlondum. Vinnarin sleppur beinleiðis til HM-endaspælið komandi ár. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Noreg-Danmark 29-31 (13-12):

 

##med2##

 

Noreg – Danmark 29-31 (13-12)

 

Noreg : Nora Mørk 8, Henny Ella Reistad 5, Malin Larsen 4, Kristine Breistøl 3, Anniken Wollik 2, Stine Oftedal 2, Maren Aardahl 1, Stine Skogrand 1, Emilie Hovden 1, Sunniva Næs 1, Vilde Ingstad 1.

 

Danmark : Anne Mette Hansen 7, Simone Petersen 5, Louise Burgaard 3, Sarah Iversen 3, Mette Tranborg 3, Michala Møller 3, Kristina Jørgensen 3, Trine Østergaard 1, Kathrine Heindahl 1, Emma Cecilie Friis 1, Rikke Iversen 1.

 

Kroatia – Svøríki 27-31 (11-17)

 

Kroatia : Tena Petika 6, Andrea Simara 5, Valenrtina Blazevic 4, Ana Debelic 3, Larissa Kalaus 3, Katarina Jezic 2, Dora Krsnik 1, Katarina Pavlovic 1, Lara Buric 1, Tina Barisic 1.

 

Svøríki : Nathalie Hagman 8, Jamina Roberts 3, Anna Lagerquist 3, Tyra Axner 3, Linn Hansson 3, Emma Lindqvist 2, Nina Koppang 2, Linn Blohm 2, Kristin Thorleifsdottir 2, Jenny Carlson 2, Clara Petersson 1.

 

Ungarn – Slovenia 29-25 (14-14)

 

Ungarn : Katrin Klujber 9, Viktoria Lukacs 4, Greta Marton 4, Petra Vamos 4, Csenge Kuczora 3, Petra Tovizi 2, Kinga Debreczeni 2, Anna Albek 1.

 

Slovenia: Ana Gros 6, Natasa Ljepoja 5, Elizabeth Omoregie 3, Ema Abina 3, Nina Zulic 2, Barbara Lazovic 2, Valentina Klemencic 2, Maja Svetik 1, Tamara Mavsar 1.

 

Nr.Millumbólkur 1DystirSTIG
1Danmark58
2Noreg58
3Svøríki56
4Slovenia54
5Kroatia52
6Ungarn52