Danmark vann í kvøld 25-23 á Svøríki í bólki B í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti. Grundin fyri sigrinum var løgd í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Danmark á odda 13-5. Svøríki avrikaði væl betri í seinna hálvleiki, og fekk pyntað um úrslitið seinastu løtuna.
Í sama bólki vann Slovenia 27-24 (13-15) á Serbia.
Svøríki, Danmark og Slovenia fingu øll fýra stig. Serbia endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.
Í bólki A vann Noreg stórsigur 32-22 (14-12) á Ungarn. Í sama bólki leiktu Kroatia og Sveis javnleik 26-26.
Noreg vinnur bólkin við fullum stigatali, seks stigum. Kroatia hevur trý stig, Ungarn hevur tvey stig, og Sveis er aftast við ongum stigi.
Í millumbólki 1 finna vit Noreg við fýra stigum, Svøríki, Danmark, Kroatia og Slovenia við tveimum stigum, og Ungarn við ongum stigi.
Hósdagin eru dystirnir Ungarn-Danmark og Kroatia-Slovenia.
HER eru dagsins úrslit og málskjúttar:
Bólkur A:
Noreg – Ungarn 32-22 (14-12)
Noreg : Vilde Ingstad 8, Stine Oftedal 5, Henny Ella Reistad 5, Nora Mørk 4, Kristine Breistøl 2, Sunniva Næs 2, Malin Larsen 2, Maren Aardahl 1, Stine Skogrand 1, Kristina Novak 1, Anniken Wollik 1.
Ungarn : Katrin Klujber 6, Csenge Kuczora 4, Greta Marton 3, Petra Vamos 3, Viktoria Lukacs 2, Petra Tovizi 1, Melinda Szikora 1, Kinga Debreczeni 1, Greta Kacsor 1.
Kroatia – Sveis 26-26 (14-12)
Kroatia : Tena Japundza 6, Katarina Pavlovic 5, Stela Posavec 4, Kristina Prkacin 3, Dora Krsnik 3, Katarina Jezic 2, Paula Posavec 1, Sara Senvald 1, Andrea Simara 1.
Sveis : Mia Emmenegger 7, Daphne Gautschi 4, Tabea Schmid 4, Alessia Rinner 3, Kerstin Kundig 2, Xenia Hodel 2, Charlotte Kahr 2, Malin Altherr 1, Nuria Bucher 1.
Bólkur B:
Danmark – Svøríki 25-23 (13-5)
Danmark : Emma Cecilie Friis 9, Mette Tranborg 4, Trine Østergaard 4, Mie Højlund 3, Kathrine Heindahl 2, Kristina Jørgensen 1, Anne Mette Hansen 1.
Svøríki: Tyra Axner 9, Elin Hansson 6, Jamina Roberts 2, Emma Lindqvist 2, Nathalie Hagman 1, Kristin Thorleifsdottir 1, Carin Stromberg 1, Linn Blohm 1.
Slovenia – Serbia 27-24 (13-15)
Slovenia : Elizabeth Omoregie 6, Ana Gros 5, Tija Gomilar 4, Natasa Ljepoja 3, Nina Zulic 2, Alja Varagic 2, Tjasa Stanko 2, Tamara Mavsar 2, Nina Zabjek 1, Ema Abina 1.
Serbia : Sanja Radosavljevic 6, Jovana Stoiljkovic 4, Kristina Liscevic 4, Andjela Janjusevic 3, Ana Kojic 2, Jelena Lavko 2, Marija Petrovic 2, Teodora Majkic 1.
Dystirnir í morgin:
Bólkur C:
Norðurmakedonia-Rumenia (klokkan 17)
Frakland-Niðurlond (klokkan 19.30)
Bólkur D:
Póland-Montenegro (klokkan 17)
Týskland-Spania (klokkan 19.30)
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Danmark-Svøríki 25-23 (13-5) :
##med2##