Video: Danmark vann sín bólk

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Danmark vann 30-26 á Bahrain í bólki D í EM endaspælinum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Danmark og Bahrain, sum var í bólki D í EM endaspælinum í manshondbólti, sum er í Fraklandi í hesum døgum.

 

Danmark vann 30-26 aftaná at hava verið á odda 17-13 í steðginum. Bahrain gav Danmark ein skarpan gang, og ta einu løtuna í seinna hálvleiki var støðan bert 24-23 til Danmark, men so tóku danir seg saman aftur og bóru sigurin heim. Henrik Toft Hansen var toppskjútti hjá Danmark við seks málum. 

 

Úrslitið merkir, at Danmark vinnur bólkin, og skal spæla áttandapartsfinalu ímóti liðnum, sum gerst nummar fýra í bólki C.

 

Í bólki D vann Svøríki ein framúr 36-25 (19-12) sigur á Katar. Niclas Ekberg gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við níggju málum. Fyrr í dag vann Egyptaland 31-26 (13-10) á Argentina.

 

Danmark hevur vunnið bólkin, og teir hava átta stig. Svøríki og Egyptaland hava seks stig, og skulu spæla um annað plássið í bólkinum fríggjadagin klokkan 16.45. Katar hevur fýra stig, og endar á fjórða plássinum óannsæð um teir vinna á Danmark ella ikki, tí Katar hevur tapt ímóti bæði Svøríki og Egyptalandi. Bahrain og Argentina hava enn einki stig, og hava ongan møguleika at vinna seg í áttandapartsfinaluna.

 

Úrslitini í dag :

 

Bólkur D : 

 

Danmark-Bahrain 30-26 (17-13)

Svøríki-Katar 36-25 (19-12)

Egyptaland-Argentina 31-26 (13-10)

 

Bólkur C : 

 

Hvítarussland-Týskland 25-31 (16-16)

Kroatia-Chile 37-22 (17-9)

Saudi Arabia-Ungarn 24-37 (10-17)

 

Týskland og Kroatia hava átta stig. Ungarn hevur fýra stig. Chile og Hvítarussland hava tvey stig. Saudi Arabia hevur einki stig fingið enn. 

 

Bólkur B :

 

Makedonia-Spania 25-29 (14-14)

 

Spania hevur átta stig. Slovenia hevur sjey stig. Makedonia hevur fýra stig, Ísland hevur trý stig, og Tunesia hevur tvey stig. Angola er aftast við ongum stigi.

 

Ísland má vinna á Makedonia fyri at verða vísir í at koma í áttandapartsfinaluna. Tunesia spælir ímóti Angola, og tað er rættiliga sannlíkt, at Tunesia vinnur á Angola.

 

Makedonia og Ísland spæla klokkan 16.45 í morgin.