Video: Danskur venjari koppaði Danmark

(Video) Niðurlond vóru væl betur enn Danmark í EM-hálvfinaluni. Síggj eitt dømið um skjótt niðurlendskt spæl her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt so skjótt niðurlendskt mál í EM-hálvfinaluni, sum var millum Niðurlond og Danmark, at upptøkutólið ikki megnaði at fylgja við.

 

Niðurlendski landsliðsvenjarin, 45 ára gamla Helle Thomsen og hennara leikarar koppaðu Danmark, og endaði EM-hálvfinalan í Gøteborg í Svøríki við einum tryggum 26-22 sigri til Niðurlond. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Tað var serliga fyrstu 12 minuttirnar av seinna hálvleiki, at Niðurlond vístu, at tær vóru tað betra liðið. Tá fekk niðurlendska liðið seks mál uttan, at tað danska liðið megnaði at svara aftur. Frá 19-13 til Niðurlond fylgdust liðini, og Danmark kom ongantíð nærri enn trý ella fýra mál. 

 

Nycke Groot gjørdist toppskjútti hjá Niðurlondum við seks málum. Stine Jørgensen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við somuleiðis seks málum.

 

Hin EM-finalan, sum er millum Noreg og Frakland verður leikt klokkan 19.45 í kvøld. Finalan og bronsufinalan verða leiktar sunnudagin í Scandinavium høllini í Gøteborg.