VIDEO: Dávid ræðist ikki Goliat

(Video) Síggj og hoyr samrøðu hjá FSF-varpinum við Dávid Reynheim

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

17 ára gamli havnamaðurin í Torino er klárur at taka ímóti fronsku kempunum. Hann trýr uppá, at góða gongdin hjá U21 landsliðnum fer at halda fram

 


Fríggjadagin klokkan 17:00 spæla Dávid Reynheim og hinir á U21-landsliðnum á Djúpumýru í Klaksvík ímóti Frankaríki.

 

Føroyar hava níggju stig og eru fremst í bólkinum, meðan hetta samstundis er fyrsti dystur hjá fransmonnum í hesari undankappingini.

 

FSF Varpið fekk orðið á Dávid Reynheim, sum stórtrívist í Torino, men tó gleðist hann um at vera aftur í Føroyum í landsliðsørindum.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna frá FSF-varpinum:

 

##med2##

 

Mynd: FSF