VIDEO: Elias spælir eisini við Sävehof í 2022

(Video) Síggj og hoyr jólaheilsuna Elias Ellefsen á Skipagøtu sendi til mongu fjeppararnar hjá Sävehof

Gjøgnum alt 2021 hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørt jaliga vart við seg í Sävehof, ið kann hyggja aftur á eitt vunnið meistaraheiti í 2021, umframt góð avriki í EHF European League.

 

Elias hevur vunnið hjørtuni hjá fjepparunum hjá Sävehof, og í oktober valdu serfrøðingarnar hann til besta spælaran í svenskum hondbólti tann mánaðin.

 

Haraftrat koma sigrarnir við landsliðunum, EM gull til B-EM endaspælið hjá U19-landsliðnum, ið merkir luttøku í U20-endaspælinum komandi summar, og ikki minst kærkomni sigurin á Kekkia hjá A-landsliðnum.

 

Ígjár sendi Elias eina video-jólaheilsu út til fjeppararnar hjá Sävehof, har hann til teirra gleði kundi staðfesta, at hann eisini spælir við Sävehof í 2022.

 

Elias sigur, at hann spælir í minsta lagi við Sävehof eitt ár aftrat. 

 

Dreymurin hjá Elias er at spæla í týsku bundesliguni, men tað verður so í fyrsta lagi í 2023.

 

HER ber til at síggja og hoyra jólaheilsuna Elias og Sävehof løgdu út á YouTube ígjár: 

 

##med2##