Video: Eriksen skoraði og brendi brotsspark

(Video) Við einum sera væl spældum máli eydnaðist tað Danmark at knógva Armenia 1-0

Norski landsliðsvenjarin hjá Danmark, Åge Hareide fekk ein sigur í sínum fyrsta undankappingardysti, sum danskur landsliðsvenjari.

 

Danmark tók ímóti Armenia í Parkini í Keypmannahavn í dag, og tað endaði við einum 1-0 sigri til Danmark. Danmark hevði málmøguleikar til at vinna ein størri sigur, og tað er tað einasta Åge Hareide harmast um aftaná dystin. 22.000 áskoðarar vóru til dystin í Parkini. 

 

Christian Eriksen gjørdist matchvinnari hjá Danmark, tá hann í frálíkum samanspæli við Viktor Fischer setti bóltin snøgt í málið. Tó brendi Christian Eriksen eitt brotsspark í 72. minutti, tá armenski málverjin Beglaryan bjargaði skotinum hjá Christiani Eriksen. Yussuf Poulsen hevði møguleika at skora uppá returin, men hann skeyt bóltin uppum málið.

 

Í sama bólki spældu Kasakstan og Pólland javnleik 2-2 yviri í Kasakstan, og Rumenia og Montenegro spældi javnleik 1-1 í Bukarest. So sigast má, at úrslitini lagaðu seg fyri Danmark í HM-undankappingarbólki E. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj vakra sigursmálið hjá Christiani Eriksen ímóti Armenia.