Tað var føroyingauppgerð í donsku superliguni hóskvøldið, og tó.
Hallur Hansson byrjaði inni fyri AC Horsens, men var tikin av vøllinum tá seinni hálvleikur byrjaði, og Viljormur Davidsen slapp á vøllin fyri Vejle tá eitt korter var eftir av dystinum.
Kortini kundi Viljormur vera tann fegnari tí Vejle vann 3-0 í heimadystinum móti Horsens.
Vejle – AC Horsens 3-0 (2-0)
1-0 Hugo Ekitike (17.)
2-0 Lukas Engel (31.)
3-0 Hugo Ekitike (57.)
Tað skal eitt ógvuliga stórt undur til um AC Horsens skal sleppa at flyta niður í næstbestu deildina. Horsens hevur nú 14 stig upp til OB á triðaftasta plássi nú bert seks dystir eru eftir at spæla.
Komandi fríggjadag - Dýra Biðidag - 30. apríl spæla Horsens og Vejle dyst í Horsens.
Støðan í niðurflytingarbólkinum:
Nr | Lið: | Dystir | V | J | T | Mál skorað | ímóti | málmunur | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | AaB | 26 | 9 | 9 | 8 | 33 | 37 | -4 | 36 |
2 | SønderjyskE | 26 | 9 | 5 | 12 | 36 | 39 | -3 | 32 |
3 | Vejle | 26 | 8 | 8 | 10 | 30 | 38 | -8 | 32 |
4 | OB | 26 | 7 | 9 | 10 | 29 | 34 | -5 | 30 |
5 | Lyngby | 26 | 6 | 7 | 13 | 30 | 47 | -17 | 25 |
6 | AC Horsens | 26 | 3 | 7 | 16 | 20 | 46 | -26 | 16 |
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og AC Horsens:
##med2##