Eitt farmaskip hevur í kvøld rent á land við grótkastið við havnarútbyggingina í Havnini. Vakthavandi hjá MRCC sigur í kvøld, at hetta er júst hent og tí er einki at siga um hendingina ella orsøkina til tess enn.
Ein loðsur er júst nú komin til bátin og fólk eru farin umborð. Í Tórshavnar Havn siga tey, at tað var um 23.00 tíðina í kvøld, at hendingin varð fráboðað og at loðsur nú er við skipið og síðani verðu støða tikin til, hvat víðari skal henda.
Pressarin og Samson at fáa skipið av aftur, men uttan úrslit. Hendan videoupptøkan er tikin beint sum loðsur kom til skipið