Tað vóru nakrir stórsigrar í HM-undankappingardystunum hjá kvinnunum í Evropa ígjár. Noreg vann 10-0 á Armenia, Danmark vann 7-0 á Malta, og Spania vann 10-0 á Føroyum á Tórsvølli.
Tølini siga, at tað vóru fleiri klassar á muni millum føroyska kvinnulandsliðið og Spania, sum á altjóða styrkislistanum er nummar tíggju, og sum serliga í seinna hálvleiki spældi sum fyri lívinum.
Týskvøldið verður Skotland á útivølli mótstøðuliðið. Skotar eiga betri lið enn Føroyar, men tað eiga at vera vánir fyri frægari úrsliti enn í kvøld.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum á Tórsvølli ígjár:
##med2##
Føroyar - Spania 0-10 (0-3)
HM undankappingardystur á Tórsvølli
0-1: Amaiur Sarriegi Isasa 7.
0-2: Irene Guerrero San Martin 8.
0-3: Amaiur Sarriegi Isasa 32.
0-4: Alexia Putellas 50.
0-5: Amaiur Sarriegi Isasa 55.
0-6: Lucía García 58.
0-7: Amaiur Sarriegi Isasa 60.
0-8: Patricia Guijarro 64.
0-9: Mariona Caldentey 70.
0-10: Laia Aleixandri 95.
Dómarabólkur úr Írlandi: Paula Brady, Michelle O`Neill, Olivia Sneyd og Claire Purcell
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Julia Naomi Mortensen, AGF Aarhus, Rakul Maria Johannesen, B36, Birita Ryan, KÍ, Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF Aarhus – Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ (Olga Kristina Hansen, B36, 82.), Heidi Sevdal, NSÍ (Maria á Lakjuni, Víkingur, 59.), Lea Lisberg, EBS/Skála (Eyðvør Klakstein, KÍ, 82.) – Maria Biskopstø, KÍ (Durita Hummeland, KÍ, 59.)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Valborg Østerø, Tóra Mohr, Katrina Svartá Hansen
Venjari: Lene B. Terp