VIDEO: Føroyingauppgerðin í Noregi endaði við javnleiki

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Strømsgodset 1-1 (0-0)

Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Sandnes ULF við Olafi Bárðarsyni og Gullbrandi Øregaard á liðnum tók ímóti Strømsgodset, ið hevði Mattias H. Lamhauge í málinum. Tíverri mátti Gullbrandur av vøllinum við einum skaða miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Elias Hoff Melkersen legði Strømsgodset á odda, tá 62 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum. 

 

Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat gjørdi fyrrverandi B36 og HB-leikarin, Sebastian Pingel sjálvmál. Pingel stútaði bóltin í egið mál aftaná hornaspark.

 

Strømsgodset er nummar seks í deildini við sjey stigum. Sandnes ULF er nummar níggju við fýra stigum. 

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Strømsgodset 1-1 (0-0):

 

##med2##