Komandi tíðina fer Sosialurin og in.fo at varpa ljós á tað vónsvik, sum fleiri foreldur kring landið sita við í dag. Tey hava øll ymiskar avbjóðingar, tey ynskja hjálp við, men tey kenna seg trýst út á eggina – og almenna trygdarnetið í samfelagnum røkkur snøgt sagt ikki.
Vit leggja fyri í Vikuskiftis-Sosialinum í dag við at varpa ljós á umstøðurnar hjá Rebekku Niclasdóttir Dahl og soni hennara Mikkjali. Mikkjal hevur autismu og ADD. Tað merkir, at hann hevur sertørv og fyri at menna hann mest møguligt krevst faklig hjálp.
Fólkini handan »Tí góðu tilgongdini« – ein samanseting av øllum avvarðandi stovnum – hava mett, at Mikkjal hevur tørv á fleiri tímum í serundirvísing. Hvørjaferð eru boðini frá Sernámi tó, at tað ikki eru pengar at játta fleiri tímar til Mikkjal.
Les eisini: Video: Nú hava vit fingið nóg mikið
Men hetta skal ikki snúgva seg bert um manglandi pengarnar hjá Sernámi. Umframt Rebekku hevur Sosialurin verið í sambandi við fleiri foreldur, skúlastjórar, lærarar, Sernám og onnur fakfólk um hesa støðuna. Øll kenna tey hendan trupulleikan – pengar eru ikki altíð til tað, sum man metir best at gera fyri hvørt einstaka barnið. Og tað er so tað.
Men foreldrini og børnini við sertørvi standa eftir við svartaperi. Tað, sum tey, ið Sosialurin hevur tosað við eftirlýsa – øll sum ein – er eina ætlan.
Les eisini: Fáa ikki nokk tímar
Rebekka Niclasdóttir Dahl og maður hennara Jens Pauli Dahl spyrja – hvat miðjar tað almenna í móti at læra Mikkjal, áðrenn hann er 18 ár? Metir man, at hann skal duga betri at tosa? Skal hann koma upp á støðið við sínar javnaldrar, tá ið umræður til dømis rokning? Vil man læra hann at lesa sum sínir javnaldrar? Ella hvat heldur man, hann kann klára við tí røttu hjálpini?
Tað vita tey ikki. Tí tey hava ongantíð fingið eina nøktandi heildarætlan fyrilagda, har tey, skúlin og teir avvarðandi stovnarnir saman kunnu leggja seg í selarnar fyri at náa tey mál, sum eru set Mikkjali.
Tey fáa bert at vita, at »hann eigur at fáa fleiri tímar, men tað eru ikki pengar«. Hvat so?
Rebekka Niclasdóttir Dahl greiðir frá í Vikuskiftis Sosialinum í dag, at hon eftirlýsti einari diagnosu upp á Mikkjal frá tí hann var hálvtannað ára gamal. Tá hann var umleið 9 ára gamal komu fyrstu boðini frá Sernámi – honum tørvar kærleika, men man metir ikki hann hevur autismu.
Tað vísti seg so, at tað hevur hann. Tann diagnosan kom, tá ið Mikkjal var 12 ár og sendur út til Pyskiatriska depilin til diagnostisering. Magnus Tausen og Frida Poulsen, virkandi leiðarar á Sernámi harmast um hetta, men halda tað vera løgið, tí eingin slík greining verður gjørd á Sernámi. Partar av skjalinum eru tó prentaðir í blaðnum, sum sjón fyri søgn.
Vit hava somuleiðis ringt runt til 27 av 37 skúlastjórum og fyrstilærarum í landinum, og bróðurparturin av teimum svara, at tey fáa ongantíð tað játtan til serundirvísing, sum tey meta seg hava tørv á.
- Teir næmingar, ið hava tørv á tímunum, fáa ikki so nógvar tímar, at vit klára at geva teimum tað, ið teir hava tørv á. So tað gongur út yvir trivnaðin hjá teimum, sigur Hans Jón Thomsen, stjóri í Hoyvíkar skúla.
Og eftir sita børnini við svartaperi.
Nú fíggjarlógin er til viðgerðar er hóskandi at spyrja – hví raðfesta vit ikki hesi børnini, sum hava tørv á fleiri tímum til serundirvísing?
Í komandi viku kanst tú lesa um foreldur, sum stúra fyri, hvat vaksni sonurin við autismu kann finna uppá. Somuleiðis kanst tú lesa um foreldur við vaksnari gentu við menningartarni, sum umhugsa at flyta frá henni, fyri at tvinga tað almenna at hjálpa henni. Bæði hesi foreldrapør skríggja eftir hjálp og búplássi til teirra vaksnu børn. Eisini tey eru trýst út á eggina.