Brandur Hendriksson var við frá dystarbyrjan og fekk 64 minuttir á vøllinum, og Jóannes Bjartalíð kom á vøllin í 74. minutti, tá Fredrikstad á heimavølli leikti javnt 1-1 móti Kristiansund.
Fallou Fall legði Fredrikstad á odda beint undan steðginum. Tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Kristiansund við einum brotssparki.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Fredrikstad er nummar fimm í bestu norsku fótbóltsdeildini við 44 stigum. Teir hava fýra stig upp til fjórða plássið, har Molde hevur 48 stig. Fýra tey ovastu liðini og steypavinnarin sleppa út í Evropa komandi summar, og júst Fredrikstad og Molde eru liðini í steypafinlanuni.
Komandi leygarkvøld klokkan 18.15 hevur Fredrikstad útidyst móti verandi meistarunum, Bodø/Glimt, ið saman við Brann Bergen er fremst í deildini. Bodø/Glimt og Brann Bergen hava 55 stig hvør.