VIDEO: Fredrikstad-Molde 0-0 (hæddarpunkt)

(Video) Liðið hjá Mikkjali K. Thomassen megnaði javnleik móti toppliði í dag.

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad FK tók í dag á spildurnýggja graslíkisundirlagnum á vøllinum í Fredrikstad móti triðfremsta liðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Molde.

 

Aftaná ein javnan dyst eydnaðist tað Fredrikstad at knógva eitt stig aftaná javnleik 0-0.

 

Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad seinastu minuttirnar. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.

 

Fredrikstad er nummar fimm í bestu norsku deildini við 23 stigum fyri 14 dystir. Fimm stig eru upp til Molde og Viking, ið hava 28 stig hvør.

 

Sunnudagin 21. juli klokkan 16 spælir Fredrikstad á útivølli móti gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá norska TV2 frá dystinum Fredrikstad-Molde 0-0.