VIDEO: Fredrikstad var fyri stórtapi á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Brann Bergen 0-4 (0-1)

Brandur H. Olsen fekk 35 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad vóru fyri stórtapi 0-4 móti Brann Bergen frammanfyri 9.147 áskoðarum á leikvøllinum í Fredrikstad.

 

Undan dagsins dysti hevði Fredrikstad bara latið inn 16 mál í 18 dystum í deildini, men í dag skrædnaði tað seinastu 20 minuttirnar.

 

Brann Bergen legði seg á odda 1-0 beint undan steðginum, og í seinna hálvleiki skutu bergensarnir trý mál upp á 14 minuttir. 

 

Lokala blaðið, Fredrikstad Blad nevnir ósigurin: "Total kollaps", so hetta er eitt tap, ið svíður hjá heimafólkinum.

 

Jóannes Bjartalíð var ikki við í hópinum hjá Fredrikstad í dag.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum. 

 

Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 31 stigum fyri 19 dystir. Molde á fjórða plássinum hevur eisini 31 stig, so Fredrikstad er ikki langt burtur frá evropeisku endastøðunum.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Fredrikstad móti Haugesund á útivølli.