VIDEO: Fyri 32 árum síðani møtti HB Motherwell í UEFA Cup

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum í Motherwell fyri 32 árum síðani

Í kvøld klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin móti skotska liðnum, Motherwell í øðrum undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður spældur á Fir Park leikvøllinum í Motherwell.

 

Hóskvøldið 30. juli klokkan 18 spælir HB returdystin á Tórsvølli. 

 

Fyri 32 árum síðani, 9. august í 1994 møtti HB sama liðnum í táverandi UEFA Cup undankappingini.

 

Tá tapti HB 0-3 fyri Motherwell á Fir Park leikvøllinum, og fjúrtan dagar seinni 1-4 á Svangaskarði. Andreas F. Hansen minkaði um munin til 1-2. 

 

Í dystinum á Fir Park fyri 32 árum síðani hevði Gunnar Mohr - sum tá var nakað so sjáldsamst sum: spælandi formaður í HB - ein góðan málmøguleika við støðuna 2-0 til Motherwell.

 

HER eru hæddarpunktini frá dystinum í 1994 Motherwell-HB 3-0 (2-0). Málmøguleikin hjá Gunnari Mohr sæst í videobrotinum:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Kelda: FaroeSoccer