Gilli Rólantsson spældi allan dystin ígjár tá lið hansara, Odd Grenland í heimadysti í bestu norsku fótbóltsdeildini vann 4-2 á Haugesund ígjár. Odd var á odda 2-1 í steðginum. Tvær ferðir eydnaðist Haugesund at javna, men tá Odd kom á odda 3-2 hildu teir fast við leiðsluna.
Stóra hetjan hjá Odd gjørdist Tobias Lauritsen, ið skoraði hattrick.
Gilli legði upp til 4-2 málið hjá Odd.
Aftaná sigurin hevur Odd 22 stig fyri 15 dystir. Odd er á níggjunda plássi í deildini, men bert fýra stig eru upp til Kristiansund á triðja plássinum, ið gevur atgongd til Evropa komandi kappingarár.
Komandi sunnukvøld spælir Odd torføran útidyst móti Rosenborg.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.