Aftaná 1-5 stórtapið hjá Brann Bergen á útivølli ímóti Molde í bestu norsku fótbóltsdeildini hevði liðið, ið tá ikki hevði Gilla R. Sørensen á vøllinum stóran tørv at reisa seg aftur.
Tað eydnaðist á heimavølli á Brann leikvøllinum í Bergen, tá Gilli R. Sørensen var við frá byrjan. Brann Bergen vann 2-0 á Sarpsborg 08. Í steðginum var Brann Bergen á odda 1-0.
Gilli átti góðan lut í fyrra málinum sum Vito Vormgoor skoraði fyri Brann Bergen aftaná bara fimm minuttirs spæl. Gilli kastaði eitt av sínum tiltiknu longu innkøstum inn í brotsteigin hjá Sarpsborg, har fekk Vito Vormgoor beint bóltin í einum vøkrum boga rundanum málverjan hjá Sarpsborg, og so var støðan 1-0. Tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti Steffen Skålevik sigurin fyri Brann Bergen.
Sigurin var týdningarmikil tí Rosenborg er bara eitt stig aftanfyri Brann Bergen, ið liggur fremst.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Brann Bergen og Sarpsborg 08.
Komandi sunnudag spælir Brann Bergen útidyst ímóti Vålerenga.
Støðan:
1
19
13
41
2
19
19
40
3
19
9
35
4
19
16
33
5
19
12
32
6
19
-2
31
7
19
-4
27
8
19
1
26
9
19
-3
24
10
19
3
22
11
18
3
22
12
18
-3
19
13
19
-12
18
14
19
-11
16
15
19
-20
16
16
19
-21
11