Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg eru fýra stig frá at røkka einum endaspælsplássi í bestu donsku hondbóltsdeildini, nú bert trý umfør eru eftir at leika.
Hesaferð gjørdist talan um tap á heimavølli móti greiða oddaliðnum, Aalborg. Ribe-Esbjerg mátti lúta 29-32 fyri Aalborg. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Teis var noteraður fyri eitt mál.
Ribe-Esbjerg hevur 16 stig á 12. plássinum, og teir hava fýra stig upp til Fredericia, ið hevur 20 stig á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen vann á heimavølli 28-22 (17-11) á Nordsjællandi. Jóhan var ikki millum málskjúttarnar hesaferð.
Skanderborg-Aarhus er næstfremst í deildini við 32 stigum.
Í morgin klokkan 14 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG dyst á útivølli móti Ringsted.











