Carney vil taka Andrew úr arvarøðini

Andrew Mountbatten-Windsor, yngri beiggi Charles kongs, skal takast úr arvarøðini til bretsku trónuna.

Andrew Mountbatten Windsor varð stutt handtikin av løgregluni í februar. Hann er kannaður fyri møguliga misnýtslu av embætinum orsakað av sambandinum við nú deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein. (Savnsmynd). - Mynd: Phil Noble

Tað heldur kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney.

– Eg haldi heilt sikkurt, at gerðir hansara eru harmiligar og hava havt við sær, at hann er hevur mist sínar kongaligu titlar, sum hann heilt sikkurt hevur uppiborið - um tað er rætta orðið - ger tað neyðugt at hann verður strikaður úr arvalinjuni, sigur Carney sambært The Guardian.

Andrew Mountbatten-Windsor er nummar áttanda í røðini til trónuna eftir William prins og trý børn hansara og Harry prins og tvey børn hansara.

Fyrrverandi prinsurin Andrew varð handtikin í februar í einum máli um møguliga misnýtslu av embætinum í sambandi við sambandið við nú deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

/Ritzau/