VIDEO: Gunnar og FH vunnu seg úr botninum

(Video) Skotski Steven Lennon gjørdist aftur stóra hetjan hjá FH á Akranesi ígjár

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen hevur ligið í tungum sjógvi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, men seinastu umførini hevur tað gingið betri.

 

Ígjár vann FH við Gunnari Nielsen á liðnum 3-0 á gamla felagnum hjá Una Arge og Julian Johnsson, Akranes á útivølli.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen eina framúr góða bjarging við støðuna 0-0, og Gunnar bjargaði eisini væl í øðrum støðum.

 

Stóra hetjan hjá FH var tó aftur skotski málrevurin, Steven Lennon sum skoraði hattrick fyri FH ígjár við einum máli í fyrra hálvleiki og tveimum málum í seinna hálvleiki. Tvey av málunum vóru væl tikin brotsspørk.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson vóru ikki eingong á beinkinum tá lið teirra, Valur helt fast í oddasessin við 3-0 sigri á HK í Kópavogi.

 

Komandi hóskvøld spæla bæði FH og Valur returdystin í øðrum umfari í Europa Conference League kappingini. Valur móti Bodø/Glimt, ið vann 3-0 á Vali í Reykjavík, og FH móti Rosenborg, ið vann 2-0 á FH á Hafnarfirði.

 

Valur er oddalið í Pepsideildini við 30 stigum, eitt stig frammanfyri Víking Reykjavík. FH er nummar seks við 18 stigum. FH hevur nú átta stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

HER ber til at síggja málini FH fekk móti Akranesi: https://www.visir.is/k/37685c79-9137-4b41-9d57-04f78586abf7-1627278921861

 

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/37685c79-9137-4b41-9d57-04f78586abf7-1627278921861" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>