VIDEO: Hallur og Horsens eru úti av steypakappingini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni AGF-AC Horsens 1-0 (0-0)

Hallur Hansson var á vøllinum allan dystin tá lið hansara, AC Horsens spældi áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini móti AGF á útivølli í Århus.

Leingi sá tað út til, at dysturin fór til longdar leiktíð, men fáar minuttir undan leikloki skoraði Frederik Tingager sigursmálið fyri AGF til 1-0, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Kjartan Finnbogason og Casper Tengstedt høvdu møguleikar at javna fyri AC Horsens, men vóru ikki nóg neyvir.

Tíðliga í fyrra hálvleiki hildu teir í Horsens, at teir áttu brotsspark tá Patrick Mortensen hjá AGF nam bóltin við hondini í egnum brotsteigi, men dómarin sá ikki hendingina. 

AGF hevur sostatt vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini.

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens hava bara ein dyst eftir í hesum árinum, og tað er ein dystur í superliguni móti Lyngby á útivølli, ið verður leiktur komandi sunnudag.

HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI FRÁ ÁTTANDAPARTSFINALUNI MILLUM AGF OG AC HORSENS: 

##med2##